Týska landsliðið fyri atfinningum

- Týskarar eru atfinningarsamir ímóti týska landsliðnum eftir EM-endaspælið, og tí hava spælararnir nakað at prógva í dystinum ímóti Føroyum í kvøld, heldur týskur ítróttarjournalistur.

 

Marcus Jurgensen starvast fyri Sky Sports News HD og fylgir við týska landsliðnum, nú Týskland í kvøld spæla HM-dyst ímóti Føroyum.

 

Rás2 reportarin Tróndur Arge hevur prátað við týska ítróttarjournalistin. Samrøðan kann hoyrast niðanfyri.