Tá skúlabørnini í Føroyum fingu súltutoy úr Danmark

Í 1951, 1952 og 1953 fingu øll skúlabørn í Føroyum súltutoy frá Danske Kvinders Samfundstjeneste. Talan var um 5-7 tons av súltutoyið, sum hvørt árið varp býtt javnt millum øll skúlabørn í Føroyum. Jógvan E. Ósá í Klaksvík hevur kannaðbakgrundina til hetta sjáldsama tiltak

Jógvan E. Ósá


Fyri eini tíð síðan, tá Morgun­sendingin hjá Útvarpi Føroya ein morgunin kunngjørdi, at man kundi spyrja um alt ímillum himmal og jørð, og at útvarpið so vildi royna at fáa svar upp á spurningarnar, kom eg at minnast ein spurning, sum eg av og á havi hugsað um: »Hvaðan kom hattar súltutoyið, sum vit fingu í Klaksvíkar Skúla fyrst í 1950-unum, og hvør er søgan aftan fyri hettar súltutoy«.
Hugsaði at tað kundi verið stuttligt at spurt um tað, og eg sendi so spurningin inn til útvarpið.
Hevði næstan gloymt tað, tá í útvarpið ringdi til mín einar fýra vikur seinni og segði frá, at teir høvdu áhuga í spurninginum  men at tað vísti seg ikki at verða so lætt at fáa greiðu á spurninginum.
Teir vildu ringja til mín, so eg kundi betri greiða frá spurninginum beinleiðis í útvarpinum. Alex Sólstein, fyrrverandi skúlastjóri, vildi eisini verða við í sendingini  og leggja tað afturat, tað hann visti um hettar vælsignaða súltutoy.
Alex segði, at hann mintist hettar súltutoy, tó at hann ikki var við Klaksvíkar Skúla tá, men á læraraskúla í Havn, og hann minstist, at teir  lærara­skúlanæmingarnir  eisini fingu tilboð um at fáa súltutoy. Teir skuldu bara fara til tann og tann skúlan í Havn, so fingu teir súltutoy, men sjálvur fór hann ikki.
Tó visti Alex at siga, at Norðlýsið hevði skrivað okkurt um súltutoyið í l951. 
Avgjørt var, at eg sjálvur skuldi royna at kanna spurningin  og so kundu vit venda aftur til hann, tá ið eg hevði meira at vita.
 Tað vísti seg, at tað ikki bara var eg, sum hevði áhuga at fáa meira at vita um hettar súltutoy  tí telefonin fór at ringja úr øllum landinum, har fólk greiddu frá, hvat tey visti at siga um súltutoyið. Eisini fekk eg teldubrøv.
Hetta var rættuliga stuttligt, og havi eg noterað mær nakað niður av tí, sum fólk søgdu, og skal eg lata tykkum fáa okkurt av hesum at vita.
 Ein maður úr Vágunum greiddi mær frá, at hann leyp leysur úr stólinum, tá ið hann hoyrdi spurningin  og hann føldi næstan smakkin av súlti­tøjinum í munninum  so væl smakkaði tað.
Tað eru øll samd um, at tað smakkaði heilt óalmyndiliga væl  og øll vóru samd um, at talan var um súreplasúltutoy. Onkur helt, at fersken ella abrikosur ella onnur frukt var blandað uppí  og onkur helt, at smakkurin kom úr tunnunum, sum súltutoyið var í  (trætunnum). Tó var tað ein sum helt seg minnast, at súltutoyið kom í dunkum.
Eisini helt onkur, at tað ikki altíð smakkaði líka hvørt árið  onkuntíð var tað meira myrkt á liti  og onkuntíð meira ljóst.
Kann tað hugsast, at tað kom ann upp á, hvussu leingi súltutoyið hevði verið í tunnun­um  og/ella tað eisini var ymist, hvussu tað ovasta og niðasta í tunnunum var litað og/ella smakkaði?? Kanska.
Hetta at vit hildu tað smakk­aði so væl, kom helst eisini av, at vit ikki vóru so von við at fáa nakað søtt undir tonna. Rationering var ella hevði verið av sukri, so tað var ikki so nógv súltað. Hettar helt Hanus Kamban, ið vaks upp úti í Skúgvi, og eri eg samdur í hesum.
Maina á Hædd (Nielsen) minnist heilt vist, at súltutoyi, ið kom til Klaksvíkar, kom úr Skælskør Frugtpantage. Hon mintist, at tað stóð skriva á tunnunum.
Í Klaksvík var tað Poul Joensen, Poul úr Gerðum, skúla­tænari og Annebetha Olsen, lærarinna, ið stóðu fyri at býta súltutoyið út til børnini (hettar minnist eg eisini).
Súltutoyið bleiv býtt eftir barna­talinum í heiminum. Hettar gjørdu so tað, at har nógv børn vóru í húsi, fingu nógv súltutoy, meðan har kanska bara eitt barn var í húsi, ikki fingu so nógv.
Børnini komu við ílati í skúlan  einamest við mjólkaspann  har súltutoyið var koyrt í.
Súltutoyið var býtt út í øllum Føroyum  og eisini havi eg fingið váttað, at á Langeland í Danmark fingu tey eisini súltutoy í skúlunum fyrst í 1950-unum. So tað var ikki bara í Føroyum (hettar fáa vit óbeinleiðis váttað í brævið, sum eg komi til seinni).
 Men nógvar meiningarnar vóru um, hví og hvaðan hettar súltutoyi kom:
 
1) Súltutoyið kom sum tøkk frá skúlabørnum, ið høvdu ferðast í Føroyum.
2) Súltitøjið hevði samband við Marshall-hjálpina eftir 2. verðaldarbardaga.
3) Súltitøjið hevði samband við ta hjálp, sum føroyingar sendu Finnlandi í krígnum við Russland við at binda hosur/vøttirt o. a.
4) Súltutoyið var »plástur« upp á sárið eftir fólkaatkvøðuna í 1946, har føroyingar valdu loysing og ikki fingu loysingina (eitt sindur langt úti  men stuttligt).

Tað vísir seg, at onki av hesum  so vítt sum eg dugi at síggja  er rætt.
 
---
 
Áðrenn eg fari víðari, skal eg nevna tað, eg havi fingið at vita um »Sólber-puré«, ið onki hevur við hettar at gera.
Sagt verður, at hettar »puré« kom til Føroyar við eingils­monnunum í 1944, og børn fingu eina spísiskeið um dagin sum »vitamintilskot«.
Onkur sigur, at har var aldurs­mark. Bert tey undir 15 ár fingu hetta »puré« útflýggja«.
Til stuttleikar skal tí her nevn­ast, at dreingir, ið vóru fyltir 15 ár og tí ikki fingu »puré« útflýggjað  og gingu og runnu eftir gentum, ið vóru undir 15 ár  og fingu »puré«  blivu kallaðir »puréfríggjarnir«.
Hettar »puré« fekst eisini til keyps í forrætninginum. Í hvussu so er í Skopun, hjá Jóan Jakku Jacobsen í Klaksvík og hjá Heinesen í Havn.
 
----------
 
Men hvat er so rætta søgan um hetta súltutoy.
 Á Føroya Landsskjalasavni finnast skjøl, ið siga frá hesum.
 Fyrsta skjal, ið er at finna um hettar, er bræv, dagfest 18. januar 1951 frá Statsministeriet til Ríkisumboðið í Føroyum.
Brævið er soljóðandi:
 »Kære rigsombudsmand Vagn-Hansen.
 Jeg har her i statsministeriet haft besøg af en repræsentant for Danske kvinders samfunds­tjeneste (mín undirstrika), fru Eliasen. Fruen oplyste, at samfundstjenesten blandt andet fremstillede mamelade af nedfaldne æbler. Denne marmelade tildeltes forskellige institutioner m. v. mod betaling af de få direkte udlæg, samfundstjenesten havde haft ved fremstillingen, ialt 35 øre pr. kg.
Fru Eliasen ville gerne på samfundstjenestens vegne tilbyde den færøske befolkning et kvantum af denne marmelade, 5-10.000 kg. Jeg forklarede, at statsministeriet ikke havde nogen konto, hvoraf en sådan udgift kunne afholdes.
Marmeladen er emballeret i tønder, som hver indeholder 60-65 kg, og emballagen skulle være så forsvarlig, at der ingen risiko skulle være for brækage under forsendelsen.
Vi synes her i ministeriet, at det er en smuk tanke, at samfundstjenesten vil tilbyde den færøske befolkning andel i marmeladen, men spørgsmålet er, hvorledes den skal fordeles, og hvem der vil betale udgifterne. Da der er tale om en social foranstaltning, kan man natur­ligvis ikke lade marmeladen gå gennem de sævanlige kanaler, men muligvis kunne man tænke sig, at fordelingen foregår gennem skolerne, således at hvert barn fik en vis mængde. Med et kvantum på 8.000 kg skulle der vist kunne blive ca. 2 kg til hvert barn. Udgiften ville vel incl. fragt ikke komme op på mere end 3-4.000 kr.
Under henvisning hertil skal jeg derfor anmode Dem om at undersøge, om der måtte være nogen interesse for spørgsmålet blandt de færøske myndigheder, hvadenten man nu kunne tænke sig, at landsstyret eller kommunerne skulle finansiere foretagendet.
Da danske kvinders samfunds­tjeneste gerne vil vide, hvor stort et kvantum de kunne disponere over til andre formål, skal jeg anmode Dem om, venligst snarest belejligt at ville sende mig et par ord om sagen.
 
Med venlig hilsen
Deres hengivne
N. Elkær Larsen.«

(Helst talan um sama Elkær Larsen, ið seinni gjørdist ríkisumboðsmaður í Føroyum og seinni amtmaður á Bornholm).
 Longu 26. januar 1951 sendir Ríkisumboði brævið víðari til Føroya Landsstýri, og landsstýrið legðist ikki á boðini, men svarar Rískisumboðnum aftur hin 13. februar 1951, at teir við tøkk vilja móttaka súltitøjið og at landsstýrið vil gjalda útreiðslurnar  og standa fyri at fáa súltutoyið út til børnini í Føroyum. Hetta skuldi Landshandilin standa fyri.
Brævið frá Landsstýrinum er undirskrivað av R. Long, landsstýrismanni og J. Ellender­sen.
 Hin 14. juni 1951 skriv­ar »Dansk Kvinde Samfunds­tjeneste af 1940« til Føroya Landsstýri og sigur frá, at sýltutøjið er sent til Føroyar við »Dr. Alexandrine«  7.256 kg, og man harmast samtíðis, at súltutoyið lá so leingi í Keypmannahavn av tí, at tað var verkfall.
 Tó tekur tað eina løtu, áðrenn súltutoyið varð býtt út til børnini, tí ikki fyrrenn 23. november 1951 skrivar Norðlýsið, at súltu­toyið er komið og verður býtt út til børnini.
Landshandilin sigur frá hin 28. februar 1952, at »marmelátan« var býtt út til øll skúlabørn í Føroyum, til barnagarðarnar í Havn og til Barnaheimið í Vestmanna.
Tað var 1, 4 kg. til hvørt barnið.
 Súltutoyið kemur í trý ár  1951  1952 og 1953.
 Tvey tey fyrstu árini kom tað við Drontningini og seinasta árið  í 1953  kom tað við Tjaldrinum.

 Mongdin var hendan:
1951: 7256 kg  (útreiðslur kr. 2.537,70 goldnar av Føroya Landsstýri),
1952: 5159 kg  (útreiðslur kr. 2.014,58, goldnar av Føroya Landsstýri),
1953: 5500 kg .- (útreiðslur kr. 1.998,45, goldnar av Føroya Landsstýri).
 
Hetta er so søgan um hettar vælsignaða súltutoy  Áhugavert og stuttligt hevur verið at finna fram til søguna um tað.
 Eg fari at takka øllum somlum, sum hava hjálpt mær við at finna fram til hetta, eg havi skrivað.
Kanska okkurt kann leggjast afturat, men tað verður so ikki nú.
 
Keldur:
Norðoya Fornminnissavn,
Føroya Landsskjalasavn,
Torbjørn Justinussen,
Jona Bærentsen,
Maina Nielsen (á Hædd),
Minna á Hædd,
Alex Sólstein,
Ove Frederiksen,
Michael Matras,
Jeffri Hendriksen,
Jens Marius Poulsen,
Eydna Skard,
Karl Nielsen,
Hanna Olsen,
Jóan Petur Petersen,
Fanny Joensen,
Dánjal Lydersen,
Linjohn Christiasen,
Hanus Kamban,
Mortan Rasmussen,
Ingibjørg Jacobsen,
Hans Jørgen Dam,
Tita og Súni Winther,
og fleiri.



MYNDATEKSTURIN
Fremsta rað frá vinstru:
Selma Heinesen, g. í Danmark, andaðist í 2001,
Elsa Maria Johannesen, g. Andreasen,
Marjun Rasmussen, g. Paisley, Norfolk, England,
Jastrid Niclasen, g. Frederiksen,
Sanna Johansen, g. á Tvøroyri,
Lina Johannesen, gift í Danmark,
Alexandrina Højbro, g. Jacobsen, andaðist í 1996,
Kristina Jacobsen, g. Løkságarð,
Inga Rasmussen, g. Ellingsgaard,
Elsba Lassen, nú í Víkum,
Karolina Niclasen, g. Hansen.
Annað rað frá vinstru:
Heðin Hansen,
Henning Askham,
Karl Frits Samson Joensen,
Martin Eliasen,
Kristoffir Svøðstein,
Tórur Andreasen,
Eliesar Kastalag,
Jógvan E. Ósá,
Louis Jacobsen.
Triðja rað frá vinstru:
Palma Ramussen , lærarinna
Martin Rasmussen,
Ólavur Guðjonsson, fórst við Hans Hedtoft á Kappanum í 1959,
Høgni M. Høgnsen,
Eiler Rasmussen,
Schumann Hansen,
Óli Poulsen,
Jógvan Z. Ziska,
Sigfríður Miðskarð, druknaði í Grønlandi 1. november 1964.
(Myndaeigari: Karolina Hansen).