Í nýggjastu oddagrein fer blaðstjórin á Vinnuvitan í hernað móti journalistum, sum hann beinleiðis skírir at hava eitt endamál – nevniliga at fáa landsstýrisfólk frá. Og so letur hann annars upp fyri eini verjurøðu til frama fyri sínum vinnumálaráðharra. Tá hann nú er farin ígongd, so nýtir hann høvið til eisini at verja tey vinnulívsfólk, ið kundu hugsast at havt eitt lítið landsstýrisfólk í búkinum. So hevur blaðstjórin jú eisini kýnt øllum sínum kjarnulesarum og -lýsarum.
Lat meg siga tað beinanvegin. Tað er einki mál í sær sjálvum hjá einum journalisti at fáa ein ráðharra frá. Tað hevði Óli á Deild Olsen eisini vitað, um hann spurdi onkran journalist. Men hinvegin er tað ein skylda hjá einhvørjum journalisti at halda eitt vakið eyga við teimum, sum taka avgerðir vegna tað samfelag, vit liva í.
Ítøkiliga málið, sum hevur fingið Vinnuvitan at rudda oddagreinina til vinnuliga verjurøðu, er søgan um slógvið í Vági. Ein søga, sum sokallaða vinnublaðið í Føroyum millum annað skírir at vera “tunt soð”, at “tevja blóð” og “at skriva rokning uttan vert.” Nøkur fakta í málinum eru tó:
- at Sp/f Frystimiðstøðin hevur innfryst slógv uttan løggilding
- at slógv frá sp/f Frystimiðstøðini er endað á ES-marknaðinum
- at ES-lóggáva krevur, at bara virki við løggilding kunnu innfrysta slógv
Um leiklutin hjá Johan Dahl er at siga, at hann er ein av stovnarunum, eigaranum og nevndarlimunum í sp/f Frystimiðstøðin. Hann sat í nevndini, líka til eftir at hann varð útnevndur landsstýrismaður, og hann eigur framvegis í fyritøkuni.
Sum landssstýrismaður í vinnumálum hevur Johan Dahl ábyrgdina av, at lóggávan á vinnuøkinum verður hildin. Eisini kunngerðin um løggilding av virkjum. Hann hevur evstu ábyrgd av, at lóggávan verður hildin. Tí er tað í síðsta enda hann, sum skal standa til svars fyri ES-myndugleikum, um tey seta spurnartekin við føroyska eftirlitið á økinum.
Góða mamma
Eftir at Kringvarpið hevur borið tíðindini um sp/f Frystimiðstøðina í Vági hava fyrst Johan Dahl og síðani Delta Seafood á Tvøroyri kært til Fjølmiðlanevndina. Tey siga seg ikki vera sloppin til orðanna í málinum. Og landsstýrismaðurin í vinnumálum kærir enntá fyri at vera vístur í slowmotion. Tað hava tey sjálvandi rætt til. Fjølmiðlanevndin er júst eitt amboð til at viðgera støður, har fólk halda seg hava fingið skeiva viðgerð av einum fjølmiðli. Tó kann tað tykjast eitt sindur løgið, at somu persónar, sum í prosessini als ikki ynsktu at tosa við Kringvarpið, enntá løgdu hornið á, nú kenna seg ikki at vera hoyrdar. Tað málið gongur sína gongd, og Kringvarpið ger sjálvandi sínar viðmerkingar til Fjølmiðlanevndina.
Fyri at venda aftur til blaðstjóran á Vinnuvitan. So er tað hugstoytt at einasta sonevnda vinnublað í landinum er farið at skjóta journalistar – og vit harafturat hava fingið ein landsstýrismann í vinnuvitamálum.









