Tørvur á vágafúsum kapitali

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, heldur, at óttin fyri útlendskum kapitali er ógrundaður

vinnupolitikkur
 
Eitt av stóru kjakevnunum í samband við virðisbrævamarknaðin hevur verið atgongdin, sum útlendskir íleggjarar við hesum fáa til føroyskt vinnulív. Skulu vit framhaldandi politiskt syrgja fyri, at talan verður um fyritøkur, sum ? í øllum førum meira enn hálvt ? eru á føroyskum hondum, ella skal kapitalurin fáa frítt spæl. Eisini landafrøðiliga.
                      Stendur tað til landsstýrismannin í vinnumálum, Bjarna Djurholm, so er hann ikki í iva um, hvat rættast er at gera í hesum.
                      Vinnumálaráðið hevur í løtuni ein arbeiðsbólk, sum endurskoðar vinnupolitikkin, og her tykist ein av niðurstøðunum vera, at forðingarnar hjá vinnulívinum mugu burturbeinast.
 
Ógrundaður ótti
Enn vil Bjarni Djurholm ikki fara í smálutir viðvíkjandi arbeiðnum hjá bólkinum. Arbeiðið er enn bara ávegis, og áðrenn farið verður út til almenningin, ynskir hann at fáa konsensus fyri ætlaða politikkinum.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$                      Men landsstýrismaðurin er av eini greiðari fatan, tá tosað verður um útlendskan kapital. Føroyingar eiga generelt at gera tað lokkandi fyri útlendingar at gera íløgur í Føroyum. Vinnuni tørvar vágafúsan kapital, sum hevur við sær millum annað vitan, sum kann stimbra framleidnið - produktivitetin.
                      - Eg haldi, at óttin fyri útlendskum kapitali er ógrundaður, tá tað er lítið hugsandi at íleggjarar gera íløgur við tí endamáli at sjóða virksemið niður. tvørturímóti, staðfestir hann.
                      Víðari sigur hann, at til at røkka hesum máli eigur lógarverkið at verða lagað samsvarandi so at møguligar lógarfestar forðingar verða viðgjørdar og allarhelst avtiknar.
                      - Tí verður ikki bert hugt eftir vinnu-, skatta- og avgjaldspolitikkinum, men eisini eftir arbeiðsmarknaðinum. Útlendingar hava neyvan hug at gera íløgur í Føroyum, er arbeiðsmarknaðurin merktur av afturvendandi arbeiðssteðgum, vísir Bjarni Djurholm á.
                      Somuleiðis er støðan greið, tá talan er um leiklutin hjá tí almenna í vinnulívinum.
                      - Tíverri hevur tað verið trupult at fáa semju um einskiljingartilgongd, men nú tykist tíbetur vend at vera komin í, og er tað at frøast um. Uppgávan hjá tí almenna eigur sum meginregla at vera at veita borgarum góðar tænastur og skapa greiðar og stabilar vinnukarmar, ikki at reka vinnu.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Aðrar vinnur mugu vaksa
Bjarni Djurholm vísur á tølini hjá Hagstovuni fyri gjaldsjavnan. Uppgerðin vísir, at fiskaútflutningurin er um 62% av valutainntøkunum, meðan restin (38%) av inntøkunum til landið,  stava frá ferðavinnuni, samferðslu, kt-vinna, lønir til føroyingar, sum arbeiða uttanlands og øðrum veitingum. Málið er at økja um tænastu/immateriellu inntøkurnar, og eru ábendingar eru um, at her er vøkstur, sigur Bjarni Djurholm.
                      Í sambandi við møguligar vakstrarmøguleikar vísir Bjarni Djurholm eisini á, at arbeiðsbólkur er settur at geva landsstýrismanninum frágreiðing um møguleikarnir fyri m.a.  at stovnseta granskingarapark í Føroyum. Bæði í grannalondum okkara og aðrastaðni eru grankaraparkir og nýskapanarumhvørvi sett í verk.
                      - Hesi umhvørvi, har ið gransking og vinna eru sparringspartnarar, kunnu geva synergi og møguleika fyri spin-off fyritøkum og harvið nýggjum vitunartungum vinnum. Ein av fortreytunum fyri tílíkum nýskapanarumhvørvum er, at greitt býti er millum almennu uppgávurnar og virksemið hjá privatu íleggjarunum, sum seta í verk og fíggja kommersiellar verkætlanir, ið verða framdar á staðnum. Ætlandi skal arbeiðsbólkurin handa landsstýrismanninum frágreiðinga í mas mánaði, soleiðis at henda kann leggjast fyri landsstýrið í apríl mánaði.
                      - Uppskotið til nýggja vinnupolitikkin verður greinað í tveimum ritum, har tað fyrra fer at lýsa búskaparfrøðiliga grundarlagið undir vinnupolitikkinum, umframt at nýggi vinnupolitikkurin eisini verður orðaður í hesum riti. Í næsta ritinum verða so uppskot til virkisætlanir/handlingsstrategiir, sum fara at nágreina uppskot til politisk stig um lógarbroytingar og tillagingar annars. Seinna ritið verður sostatt at meta sum handbók við uppskotum til politiska myndugleikan at virka eftir, staðfestir Bjarni Djurholm, sum væntar, at fyrstu úrslitini av hesum fara at síggjast í lógaruppskotum eftir ólavsøku.