Ein arbeiðsbólkur, sum hevur kannað samferðslubygnaðin í Oyrasund-økinum, er komin til ta niðurstøðu, at tað er neyðugt at gera ein tunnil millum Helsingborg og Helsingør fyri at framtíðartryggja samferðsluna.
Frágreiðingin hjá arbeiðsbólkinum verður ikki almannakunngjørd fyrr enn í morgin, men svensla blaðið Dagens Nyheter hevur fingið fatur á henni.
Sambært blaðnum vísir arbeiðsbólkurin á, at tað ætlaða fasta sambandið um Femern Sundið fer at leggja so stórt trýst á samferðslukervið í Oyrasund-økinum, at tað verður ikki nóg mikið við brúnni um Oyrasund og tí nýggja býartunlinum í Malmö.
Tí mælir arbeiðsbólkurin politikarunum til at gera ein bil- og toktunnil millum Helsingborg og Helsingør. Prísurin verður sambært Dagens Nyheter 32 milliardir danskar krónur.
Umframt tunnilin hevur arbeiðsbólkurin eitt tilmæli um at skipa rutu við snartoki millum Stockholm, Göteborg og Oslo og sambandi við Hamburg og Berlin.