Tørvur á sjálvsáliti

– Vit hava eitt gott lið, men okkum vantar sjálvsálit, og tað fortelur, hví vit liggja har, sum vit liggja nú. Hjá okkum ræður um at vinna sjálvsálitið aftur, so vit kunnu koma longur upp á stigatalvuna.

Tað var niðurstøðan hjá B36-liðformanninum, Klæminti Matras, eftir at B36 triðju ferð á rað var farið av vølli sum tapandi liðið.

– Eg helt, at vit spældu væl upp til teir allan dystin og at vit høvdu minst líka nógvar kjansir sum teir. Men teir skoraðu upp á kjansirnar, og tað enntá eftir feilum frá okkum. Og fyrra málið var klárt fríspark til okkum, haldi eg, segði Klæmint, ið sjálvur var á einum óvonum plássi sum vinstri bakkur.

– Tað er kanska ikki eitt pláss, sum fellur mær lættast at spæla, men venjarin setti meg har, og eg gjørdi mítt besta.