Tórshavnar Býráð hevði í síðstu viku fund um hallarviðurskiftini í kommununi.
Tað hevur leingi verið greitt, at Ítrótta- og samkomuhøllin á Hálsi hevur ábøtur fyri neyðini, men í øllum tí tosinum kom spurningurin fram, um tað ikki hevði verið líka snilt at bygt eina nýggja høll í staðin fyri.
Fyri at fáa greiði á tí spurninginum kallaði Heðin Mortensen, borgarstjóri, inn til fundar, har bæði politikarar og embætisfólk vóru við.
Heðin Mortensen sigur, at fundurin gav greiðar ábendingar um, at tørvur er á einari nýggjari høll.
- Men tað skal ikki verða antin ella. Tørvurin á einari nýggjari høll er eyðsýndur, men høllin á Hálsi skal eisini hava neyðugu umvælingina, sigur Heðin Mortensen.
Hann heldur, at tað hevði verið upplagt at bygt eina nýggja ítrótta- og samkomuhøll í Marknagili, nú landið hevur gjørt av at byggja ein stóran skúladepil har.
- Tað hevði verið upplagt, at landið saman við Tórshavnar Kommunu bygdi eina slíka høll í Marknagili. Tað fara at ganga einir 1200 ungdómar har úti, og teir kundu so nýtt høllina um dagin, meðan kommunan yvirtók hana eftir skúlatíð, sigur Heðin Mortensen.
Stórsentur í Stórutjørn
Tað hevur verið spurnartekin sett við, hví Tórshavnar Kommuna ikki byggir eitt stórsentur líknandi Clickimin sentrinum í Lerwick, men tað heldur Heðin Mortensen ikki er aktuelt longur.
- Tað er við í Stórutjørn verkætlanini, so tað hevði ikki verið skilagott av kommununi eisini at gjørt eitt. Vit skulu nú taka støðu til, í hvønn mun vit skulu verða við í sentrinum við Stórutjørn, um tað bara verður í svimjihøllini ella í øðrum eisini, sigur Heðin Mortensen.
Men hann er sannførdur um, at tað verður neyðugt hjá kommununi at skapa karmarnar fyri, at vit kunnu skipa fyri altjóða kappingum, og tað er komið fram, at verandi hallir lúka ikki altjóða krøvini til eitt nú flogbólt.
- Sum nevnt hevði tað verið ynskiligt, at landið saman við okkum bygdi eina høll í Marknagili, men eitt er vist, vil landið ikki verða við, mugu vit gera tað sjálvi, sigur Heðin Mortensen.
Hann heldur, at tað ræður um at hyggja stórt upp á tingini, og í løtuni arbeiðir umsitingin við at finna út av, hvat ein slík nýggj ítrótta- og samkomuhøll kostar. Tí at hon kemur, tað liggur í kortunum.