Skipað verður fyri einum túri niðan á Slættaratind leygardagin 11. juli.
At stíga fótin á hægsta fjall okkara, Slættaratind við sínum 882 m, er hvørja ferð eitt upplivilsi. At hava Føroyar allar í vakurleika sínum fyri fótum, gevur eina bergtakandi kenslu, sum ikki er løtt at lýsa í orðum, men má upplivast.
Farið verður til gongu niðan av Eiðisskarði kl. 18.00.
Túrurin tekur umleið 3 tímar.
Í minsta lagi 7-8 fólk.
Skuldi tað hent,a t tað ikki er veður at fara niðan á Slættaratind, kann túrurin møguliga ístaðin gerast niðan á Eiðiskoll.
Um ynskist, kann smyrjibreyð bíleggjast á Látrinum, hetta er tó tengt at, at nóg nógv tekna seg.
Kostnaður
Gongutúrur: kr. 100 - børn upp til 14 ár gjalda 50 kr.
Máltíð á Látrinum: kr. 100 (skal bíleggjast í seinasta lagi fríggjadagin kl. 12)
Tilmelding
til túrin hjá:
Olaf í Garði Joensen, tlf. 423442
Jóannes Mørkøre, 423031
Eysturoyar Kunningarstova
í Runavík, tlf. 449449 - fax 449180
Eysturoyar Kunningarstova í Fuglafirði, tlf. 444860 - fax 445180
Túrurin verður einans gjørdur um viðrar. Tey, ið ætla at luttaka á túrinum, eiga at tryggja sær, at túrurin verður gjørdur, áðrenn farið verður avstað!