Túrur fyri útróðrarmenn til Grønlands

Aftur á slóðina


Um nóg nógv tekna seg, verður skipað fyri einu túri til Grønlands í seinnu helvt av august fyri teir sum róðu út við bátum á Hvarvinum frá síðst í 50-unum til seinna partin av 60-unum. Tað eru teir báðir Magnus Fuglø og Jógvan Weihe í Havn, sum báðir vóru við í hesi vinnu, sum skipa fyri túrinum.
 
Eftir ætlan verður farið við flogfari úr Keypmannahavn mánadagin 21. august. Flogið verður beinleiðis til Narssarsuak, og síðan við tyrlu til Nanortalik. Ætlanin er so at sigla til ymisk pláss sum t.d., í Frederiksdal, Aappilattoq og á veðurstøðina í Prins Christian Sund. Vitjað verður eisini í teimum havnum, har skipini lógu. 
 
Endamálið við túrinum er at vitja aftur á teimum støðum, har útróðurin gekk fyri seg. Hetta verður so avgjørt ein áhugaverdur túrur og ein stór uppliving hjá teimum sum vóru við í hesum arbeiði, siga Magnus Fuglø og Jógvan Weihe, sum í mong ár hava havt eitt ynski um at koma einaferð aftur yvir til Grønlands. Fleiri hundrað mans vóru við í hesum arbeiði.
 
Skip, sum vóru við í hesi vinnu í Grønlandi, vóru t.d. skonnartirnar Tinganes, Kongshavn, Hvítabjørn, Atlantsfarið, Mars og Marité.
 
Ferðalagið verður aftur í Keypmannahavn mánadagin 28. august. Farið verður úr Føroyum nakað áðrenn fráferðina úr Keypmannahavn.
 
Áhugaði kunnu venda sær til Magnus Fuglø á tel. 214637 ella hjá Jógvan Weihe á tel. 553897.