Tórur dystast um norðurlendska meistaraheitið

Komandi vikuskiftið skal 17 ára gamli Tórur Mortensen royna síni evnir sum trýstøkkari í kapping um norðurlendska U20 meistaraheitið. Kappingin verður á Kaplakriku, sum er frælsa-stadion í Hafnafirði í Íslandi.

 

Kappingin um norðurlendska meistaraheitið er skipað sum bæði einstaklinga kapping í hvørji grein og so liðkapping. Her er Tórur partur av dansk/íslendska liðnum, ið dystast móti hinum norðanlondunum.

 

Tórur luttók í somu kapping í 2015, har hann, 16 ára gamal, var úttikin sum besti dani við einum persónligum meti upp á 13,59 m. Tað var flott, at Tórur, ið sum 13 ára gamal ikki megnaði at gerast partur av talentbólkinum hjá FíF, hevði yvirhálað bæði javnaldrandi og eitt til tvey ár eldri landsmenn og danir. Í fjør var hann tó nakað aftan fyri teir bestu í hinum norðanlondunum, og tí styrkismettur aftastur.

 

Síðsta árið hevur hann lagt meir enn ein metur oman á sítt persónliga met og harvið tikið føroyska metið, sum nú er 14,94 m.

 

Við hesum úrslitinum er hann vantandi styrkismettur sum nummar trý í ársins kapping. Aftan fyri tveir finnar, men framman fyri teir sterkastu í Íslandi, Danmark, Noregi og Svøriki, skrivar Hvirlan, sum er felag fyri frælsar ítróttir í Tórshavn.