Tórsvallarmálið: Spurningur um raðfesting

Tórfinn Smith, býráðslimur og limur í mentunarnevdini, heldur spurningin um rennibreyt ella ikki á Tórsvølli vera ein spurning um raðfesting av kommunalu íløgunum

Í farnu viku skrivaðu vit her á blaðnum, at Heðin Mortensen, býráðslimur og ein av stigtakurunum til Tórsvallarverkætlanina, hevði í hyggju at leggja fram uppskot um, at Tórshavnar Býráð skuldi yvirtaka verkætlanina.

Í sama viðfangi harmaðist hann um, at mentunarnevndin hjá býráðnum hevði gjørt tilmæli, har teir fráráddu at lata rennibreyt gera á Tórsvølli.

Hetta metti Heðin Mortensen vera einki minni enn ein katastrofa, tí Býráðið við hesum so at siga tók lívið av frælsu ítróttini.


Kunnu ikki gera alt í senn

Tórfinn Smith, býráðslimur, sum hevur sess í mentunarnevndini, sigur við Sosialin, at størsta orsøkin til, at mentunarnevndin mælti til, at rennibreyt ikki verður gjørd á Tórsvølli, eru væntandi pengar.

Hann vísur á, at Tórshavnar Kommuna hevur ein samlaðan íløgukarm upp á 60 mió.kr., har av 28 mió.kr. verða nýttar til Tórshavnar Havn. Av hinum 32 mió.kr. eru á leið ein triðingur settar av til ger av ítróttarhøll í Hoyvík, og so heldur hann spurningin vera, um býráðið kann loyva sær at játta enn meira pening til ítróttina.

Víðari sigur Tórfinn, at smb. teimum upplýsingum, sum hann hevur móttikið í málinum, er kostnaðurin av eini rennibreyt uml. 9 mió.kr. og at hetta er ein somikið munandi upphædd, at hon ikki verður goldin av sær sjálvari.

Sjálvur heldur hann, at tað eru nógvir aðrir lutir í kommununi, sum eisini tørva íløgur, og tí botnar alt í roynd veru í, at íløgurnar skulu raðfestast. Eitt nú vísur hann á, at ein stórur trupulleiki í kommununi er barnaansingin, har tað í løtuni eru eini 400 børn á bíðilista, og at hetta í hansara verð er ein nógv meira akuttur trupulleiki.

- Vóru pengarnir nóg nógvir, so var eingin trupulleiki, tí so kundu vit bara fara undir at gjørt alt tað arbeiði, sum tørvur er á. Trupulleikin er bara, at alt er ikki somikið einfalt, sigur Tórfinn Smith.

Hann afturvísur eisini, at mentunarnevndin við tilmælinum skal hava tikið lívið av frælsu ítróttini í høvuðsstaðnum. - Í tilmælinum vísa vit eisini á, at møguleikarnir fyri at gera rennibreyt aðrastaðni í høvuðsstaðnum skulu kannast, sigur Tórfinn, sum samstundis vísur á, at umsitingin í býráðnum longu hevur gjørt ein part av hesum kanningararbeiði.


Hvørt sítt mál

Spurdur hvørt hann tekur undir við Heðini Mortensen, tá hesin sigur, at einasti hátturin at fáa Tórsvøll lidnan er, at kommunan yvirtekur verkætlanina, sigur Tórfinn fyrst og fremst, at her skal ansast eftir, at alt ikki verður vavt saman.

Ein spurningur er, um rennibreyt skal gerast ella ikki, og hin er, um kommunan skal yvirtaka verkætlanina.

Hann vísur annars á, at býráðið í sínari tíð samtykti at seta grunnin á stovn, júst fyri at skott skuldi vera ímillum Tórsvøll og Tórshavnar Býráð, og at tað tískil kann tykjast løgið, um býráðið nú vil yvirtaka verkætlanina.

Víðari sigur hann, at eftir hansara tykki eigur grunnurin nú at fáa frið at arbeiða víðari við ætlanini, og tað er púra greitt, at hetta arbeiðið kemur at taka tíð.

Um so er, at grunnurin ikki hevur fíggjarligu orkuna til at gera arbeiðið liðugt, er eingin forðing fyri, at kommunan spýtir meira pening í ætlanina, uttan at hetta merkir, at kommunan yvirtekur verkætlanina. Tórfinn vísur tó samstundis á, at líkamikið hvørja loysn býráðið velur, so botnar alt í einum spurningi um at raðfesta íløgurnar, og har er spurningurin um ein fótbóltsvøll og/ella rennibreyt at kalla eitt luksusproblem eftir hansara tykki.