? Vit hava eina trýára avtalu við Fótbóltssambandið um hetta, og vanligt var at halda gjørdar avtalur, so tað gangi eg út frá, at Fótbóltssambandið eisini ger í hesum førinum, sigur Børge B. Hansen, sum er formaður í grunninum fyri Tórsvøll.
Hann leggur aftrat, at grunnurin fyri Tórsvøll nú sum vant fer at fyrireika vøllin til heimadystin móti Litava tann 9. september, sum tey rokna við verður á Tórsvølli.
Hetta sigur Børge B. Hansen, eftir at Fótbóltssambandið í dag boðar frá, at dysturin millum Føroyar og Litava skal spælast á Svangaskarði.