Tað eru so nógv ógreið viðurskifti í Tórsvallar verkætlanini, at eingin veit, nær vøllurin verður gjørdur liðugur.
Tórsvøllur, sum ætlanin er skal verða landsvøllur hjá føroyingum, liggur í hálvum gekki, og enn er vøllurin langt burtur frá eini altjóða góðkenning. Í løtuni verður spælt uppá fyribils góðkenning frá UEFA.
Tá Tórsvøllur varð tikin í nýtslu fríggjakvøldið 9. juli, segði borgarstjórin í Havn, at Fótbóltssamband Føroya verður størsti einstaki íleggarin í Tórsvølli við 9 mió. kr.
Hetta samsvarar eisini við skjølini, sum fyriliggja í málinum. Tí í umsøknini, sum Grunnurin Tórsvøllur hevur sent landsstýrinum, verður sagt, at Fótbóltssambandið skal fíggja 70% av tí, sum tað kostar at byggja bygningin við vøllin, umframt at FSF longu hevur latið stuðul til sjálvan vøllin.
Men FSF hevur ikki givið nakað lyfti um at byggja bygningin, og enn hevur nevndin í FSF ikki fingið loyvi frá føroysku feløgunum til at brúka meira enn 2,5 mió. kr. Hetta samtykti aðalfundurin í 1997, og skal FSF brúka fleiri pengar í Tórsvallar verkætlanini, skal ein aðalfundur ella eykaaðalfundur geva hetta loyvi.
Tí liggur byggingin av bygninginum still í løtuni. Tær 2,5 mió. kr. hjá FSF eru brúktar, og eingin veit, nær farið verður víðari.
Eingin veit
Tann Tórsvøllur, sum ætlanin nú er at byggja, kostar 25,6 mió. kr. Grasvøllurin og áskoðaraplássini kosta 16,6 mió. kr., meðan bygningurin, sum skal standa við vøllin, kostar 9 mió. kr.
Grasvøllurin og áskoðaraplássini eru gjørd, men bygningurin, sum er altavgerandi fyri, um Tórsvøllur kann fáa eina altjóða góðkenning, stendur í løtuni sum ein leivd úr betongi. Veggirnir eru settir upp, men enn er einki meira gjørt.
Í bygninginum, sum Grunnurin Tórsvøllur sigur, at FSF skal byggja, er ætlanin, at FSF skal hava skrivstovur og goymslur. Harafturat skal í niðastu hædd í bygninginum, sum verður í fýra hæddum, gerast vátrúm, skiftirúm, dopingrúm, sjúkrarúm og trygdarrúm. Í ovastu hædd skulu høli gerast til fjølmiðlarnar at halda til.
Hesi rúm eru neyðug, um Tórsvøllur skal gera sær vónir um at fáa eina veruliga góðkenning frá UEFA, men hvørki formaðurin í Grunninum Tórsvøllur ella formaðurin í FSF, sum sigst skal byggja bygningin, vita, nær hesin parturin av verkætlanini verður gjørdur liðugur.
? Hjá okkum er støðan púra greið. Vit kunnu einki gera, fyrr enn ein eykaaðalfundur hevur samtykt, at vit kunnu brúka fleiri pengar upp á Tórsvøll, sigur Torleif Sigurðsson, formaður í Fótbóltssambandinum.
? Vit hava skilt, at FSF vil verða við í Tórsvølli, men enn eru øll viðurskiftini millum okkum ikki komin upp á pláss, sigur Poul Michelsen, formaður í Grunninum fyri Tórsvøll.
Besta loysnin at
FSF átti Tórsvøll
Enn hevur nevndin í Fótbóltssambandinum ikki lagt uppskot fyri ein eykaaðalfund fyri at fáa loyvi at brúka fleiri pengar til Tórsvøll. Ein týðandi orsøk til tað er, at spurningurin um hvønn leiklut FSF skal spæla í Tórsvølli, umframt at gjalda, ikki er loystur.
? Óansæð hvat hendir, so endar tað við, at føroyskur fótbóltur fer at gjalda fyri Tórsvøll. Antin gera vit tað gjøgnum byggingina, ella verður tað í aðru syftu við gjaldi fyri brúk av vøllinum og hølum, sigur Torleif Sigurðsson.
? FSF er við í Tórsvølli, tí vit royna alla tíðina at betra um viðurskiftini hjá føroyskum fótbólti, og tveir altjóða vøllir í Føroyum hevði verið eitt stórt framstig, heldur hann.
Men formaðurin í FSF fer ikki at viðmæla, at FSF leggur pengarnar á borðið, uttan at fáa ávirkan, sum svarar til.
Í løtuni er tað Grunnurin Tórsvøllur, sum Tórshavnar býráð eigur, sum byggir Tórsvøll. Og verður ætlanin hjá grunninum fylgd, koma føroysku feløgini at byggja ein bygning til ein vøll, sum Tórshavnar býráð eigur.
Aðra loysn enn FSF
Men føroysku feløgini, sum eiga og eru FSF, hava ikki enn tikið støðu til, um FSF skal gjalda fyri byggingina av bygninginum við Tórsvøll. Og møguleikin er til staðar, at aðalfundurin sigur nei til, at FSF brúkar fleiri pengar upp á Tórsvøll.
? Hendir tað, so kann nevndin ikki fara longur inn í verkætlanina, men aðalfundurin kann ikki nokta Fótbóltssambandinum at nýta Tórsvøll ? tað er ein umsitingarlig avgerð ? og tí kann tað so enda við, at FSF fer at gjalda fyri vøllin, men onga ávirkan fer at hava, sigur Torleif Sigurðsson.
Formaðurin í Grunninum Tórsvøllur stúrir ikki fyri languni hjá Tórsvøll.
? Vit hava gjørt eina íløgu, sum stendur eftir, og um Tórsvøllur verður gjørdur liðugur beinanvegin ella seinni, hevur ikki so nógv at siga. Tað týdningarmesta er, at skil er í tí, sum gjørt verður, sigur Poul Michelsen.
? Vil FSF ikki spæla við í Tórsvølli, so mugu vit finna eina aðra loysn, so vøllurin kann fáa skiftingarrúm og alt annað, sum er neyðugt fyri at fáa eina altjóða góðkenning.
Komandi tíðin fer at avgera, hvussu verður við Tórsvølli, og hvønn leiklut FSF kemur at hava. Partarnir ætla at samráðast, og í gjárkvøldið var nevndarfundur í FSF. Tá var væntandi, at Tórsvøllur var eitt av heitu málunum á fundinum.