Jan Christiansen,
Býráðslimur fyri Fólkaflokkin
Tað hoyrdist herfyri, at FSF nú hevur tikið endaliga avgerð um at inniloka húsið við Tórsvøll. Tað vóru góð tíðindi at hoyra, at nú bleiv enn eitt stig tikið í Tórsvallarætlanini.
Tað hava verið nógvar destruktivar kreftir, sum hava roynt at spent bein fyri Tórsvølli, men kortini hevur eydnast, eftir stutta tíð, at fáa gjørt eitt rættuligt fótbóltsstadion í Gundadali.
Ein kann altíð finna eitthvørt negativt við einum so stórum byggjaríið, sum Tórsvøllur er. Men tá hugsað verður um, at fyri bara tveimum árum síðani var ein skurslut og ljót grótfløta, har sum okkara landsstadion nú er, má ásannast, at eitt satt bragd er gjørt í Gundadali. Tað má vera langt síðani, fyri ikki at siga ongantíð, at so nógv havnafólk hava lagt so nógv ólønt arbeiðið í eitt felags áhugamál, sum gjørt er við Tórsvøll. Fleiri hundrað fólk hava stríðst og sveitta fyri at býurin kundi fáa ein grasvøll, har altjóða dystir kunnu verða spældir. Hesi arbeiðsfólk eiga annað uppiborið, enn tað negativu umtalu Tórsvøllur fær av ávísum persónum.
Tórsvøllur er tíbetur blivin ein verðuleiki og lat okkum standa saman og gleðast um, at vit nú kunnu fara niðan í Gundadal at síggja góðan fótbólt, har landsliðið stríðist fyri okkara lítla land. Stutt tíð er gingin, síðan fyrsti spakin varð settur í jørðina fyri vallarætlanini, og ivist eg onga løtu í, at um nøkur fá ár verður eisini útsíðan av Tórsvølli vøkur á at líta.