OYL: Miriam vann gull í einmansleiki

Dagurin í badmintonhøllini í Kirkwall gerst alsamt betri

Mynd: Heidi Lava Elgeirsdóttir

Føroyar hava nú vunnið tvey gullheiðursmerki í badminton á oyggjaleikunum í Orknoyggjum.

 

Miriam í Grótinum var suveren í finaluni móti grønlendsku, Saru Lindskov og vann bæði settini greitt.

 

Tað sást ikki, at Sara er 10 ár eldri enn Miriam, og hevur kappast á nógv fleiri oyggjaleikum.

 

Settmunurin var 21-15 og 21-12.

 

Mynd: Heidi Lava Elgeirsdóttir