Tórstein Madsen er 22 ára gamal og gongur á handilsskúla, har hann nú farin í 2. HH. Hóast so at siga eingin siðvenja hevur verið í Føroyum viðvíkjandi bodybuilding, hevur Tórstein meira ella minni tey síðstu fýra árini lagt fulkomiliga um upp á sítt lív fyri at liva dreymin hjá sær út: At verða bodybuildari.
Og hann hevur framvegis langan tein fyri framman fyri at náa málinum, sum hann hevur sett sær.
– Uttan bodybuilding hevði lívið hjá mær verið ótrúliga tómt. Bodybuildingin ávirkar alt – og eg meini alt – sum eg eri og geri, og eg hugsi so at siga alla tíðina um tað, sigur Tórstein Madsen.
– Hetta er ikki ein ítróttur, har man trenar ein tíma um dagin og so fer heim at slappa av. Nei, hetta er ein totalur lívsstílur, sum krevur alt av tær, um tú ætlar tær langt.
– Hjá nógvum bodybuildarum tekur tað yvir tíggju ár við strangari disiplin at náa sínum fulla potentiali, sigur Tórstein, ið er uppsettur at brúka tey næstu 10-15 árini upp á at venja kroppin hjá sær.
Bodybuilding
er ikki vektlyfting
Nógv blanda millum bodybuilding og vektlyfting. Hóast tey líkjast, so er tað als ikki tað sama.
– Veklyfting snýr seg snøgt sagt um at verða sterkur: Lyfta mest, lyfta oftast, renna skjótast og líknandi. Bodybuilding snýr seg »bara« um at hava ein flottan kropp, har ein sjálvsagt nýtir vektir fyri at uppbyggja vøddarnar. Við øðrum orðum er bodybuilding, tá menn standa í undirbuksum á einum palli og vísa seg fyri einum dómara, sigur Tórstein flennandi.
– Fyri nógv er eingin munur á monnunum uppi á pallinum, men tað er tað í bæði mínum og dómarans eygum. Eitt kriterii er til dømis, hvussu markeraðir menninir eru, sum merkir, hvussu væl man sær vøddastrukturin í kroppinum. Støddin á kroppinum er eitt annað kriterii, har tað sjálvsagt snýr seg um at vera so stórur sum gjørligt.
– Men tað nyttar ikki nakað at bara vera stórur, um man ikki er proportionalur. Tí er tað týdningarmikið, at man er javnt stórur. Sum tað síðsta so skal man duga at vísa seg fram. Ná ja, so er tað eisini ein fyrimunur at hava eina lítla miðu, so man sær herðabreiðari út, men tað kann man ikki gera nakað við, so tað hugsi eg ikki nakað serligt um, sigur Tórstein.
Drekka eitt glas
av vatni um dagin
Bodybuildarar býta venjingina upp í tvey: Off-season og on-season. Í off-season tekur man nógva vekt uppá fyri at blíva stórur, meðan í on-season roynir man at tapa seg, so vøddarnir blíva sjónligari.
– Fyri at fáa vøddarnar ordiliga sjónligar, er man somuleiðis noyddur til at dehydrera kroppin. Dehydreringin tekur eina viku, og tað verður gjørt beint áðrenn eina kapping. Hóast eg ikki skal til eina kapping í fyrsta lagi fyrr enn í 2011, so fari eg at royna at dehydrera meg skjótt. Í stuttum fari eg tá at drekka eina rúgvu av vatni teir tríggjar fyrstu dagarnar fyri at fáa kroppin til at pissa nógv. Teir síðstu fýra skal eg so drekka minimalt. Tann síðsta dagin skal eg ikki drekka meira enn eitt glas av vatni allan dagin. Tað verður ófatiliga hart, men soleiðis má tað bara vera, sigur Tórstein.
Hann hevur altíð havt áhuga fyri at venja og brúka kroppin hjá sær. Sum 11 ára gamal byrjaði hann at venja karate, og tað dámdi honum sera væl.
– Men eina ferð eg var til eina karate kapping í Danmark sum 16-17 ára gamal, føldi eg knappliga eina pínu í knøunum. Tað var so ræðuligt, at eg næstan ikki fekk gingið. Onkuntíð var tað so ræðuligt, at eg ikki fekk sovið.
– Eg var heilt ótrúliga keddur av hesum, tí hetta gjørdi, at eg mátti gevast við mínum karate, sum mær bæði dámdi og dugdi væl. Tá eg ikki fekk trenað karate, mátti eg finna ein annan ítrótt at trena, og byrjaði eg tí at vøddavenja nógv í Fragd og Fimi, sigur Tórstein.
Fekk ikki skorið breyð
Frá karate-tíðini hevur hann fingið lagt niður í seg, at mann skal geva alt til venjing.
– Tað gjørdi eg eisini, tá eg vandi í Fragd og Fimi, har eg til hvørja venjing gav meg hundrað prosent, so at eg var fulkomiliga ferdigur, tá eg fór heim. Eg hevði ikki trenað í langa tíð, tá byrjaði eg føla eina ógvisliga ringa pínu í hondliðunum. Tað var einki at taka feil av, at hetta ikki bara var ein fyribils pína, tí hon helt bara á. Mamma mátti enntá, tá ringast stóð til, skera breyð fyri meg, tí eg hevði so ilt, sigur Tórstein og gníggjar sær um hondliðini.
– Eg fór so til læknan, og segði hann, at trupulleikin var, at proteinir høvdu savnað seg í mínum hondliðum. Tað helt hann, tí eg drakk nógvar shakes við proteinpulvuri. Eg trúði ikki mínum egnu oyrum, so ræðuliga býtt hatta ljóðaði. Enn tann dag í dag flenni eg ofta eftir tí, sum læknin segði, tí sjálvandi kundu proteinirnar ikki vera trupulleikin, sigur Tórstein avgjørdur.
– Foreldrini vildu hava meg at steðga við at taka protein pulvur við tað sama, tí læknin hevði talað. Men tað noktaði eg blankt, tí eg visti betur. Eg visti, at trupulleikin lá í onkrum øðrum, sigur Tórstein.
Veikast í flokkinum
Arnold Schwarzenegger hevur verið ein fyrimynd hjá Tórstein.
– Tað var í tíðini, tá eg var skaddur, at eg kom fram á filmin hjá tí legendariska Arnold Schwarzenegger Pumping Iron. Í tí filminum fekk eg fyri fyrstu ferð innlit í bodybuildaraheimin, og minnist eg, hvussu bergtikin eg var.
– Tá segði eg við meg sjálvan: Um eg nakrantíð verði frískur aftur, so skal eg síggja soleiðis út!
– Vegurin var tó ógvuliga langur, tí um tað mundið vigaði eg bara 74 kg, og var eg millum teir veikastu í flokkinum orsakað skaðunum. Eg dugdi væl karate, tí eg hevði teknikkin í ordan, men eg var relativt veikur. Eg setti mær fyri, at eg skuldi gera alt, og eg meini alt, fyri at náa málinum, hóast tað fór at kosta mær tíð, sveitta og stríð, sigur Tórstein.
Hann bleiv frískur aftur, eftir at ein danskur lækni kom til Føroya.
– Tað var so heppið, at ein danskur lækni, ið var serfrøðingur innan mínar trupulleikar, kom til Føroya. Eg bílegði mær tíð, og hann visti við tað sama, hvat var galið. Hann segði, at trupulleikin við hondliðunum lá uppi í nakkanum. Tað vísti seg, at eg altíð gekk við spentum akslum, og tað hevði so orsakað pínuna í hondliðunum.
– Eg skuldi so venja meg til at slappa meira av, og tað hjálpti við tað sama. Eg var heilt ótrúliga glaður, at pínan endiliga hvarv. Um tað ikki var nokk, so visti hann eisini, hvat var galið við knøunum. Hann greiddi mær frá, at eg nú fór at fáa ófatiliga ilt, og at eg mátti banna so galið eg vildi – bara eg gjørdi tað á føroyskum.
– So tók hann við alboganum og gníggjaði upp eftir beinunum. Eg var um at skríggja av pínu, men eg fekk bitið tað í meg. Pínan bæði í knøunum og hondliðunum var burtur við tað sama, og eg var í venjingarhølinum sama dagin, sigur Tórstein smílandi.
Eigur ongar pengar
Tey, sum halda, at bodybuilding loysir seg reint peningaliga, fara sera skeiv.
– Tað eru so at siga ongir pengar í bodybuilding. Einans teir allar allar bestu bodybuildararnir hava sáttmála og fáa pengar fyri tað. Allir hinir, íroknaður eg sjálvur, gera tað av reinum áhuga, sigur Tórstein.
– Haraftrat er tað heilt ótrúliga dýrt. Eg eigi næstan ikki eitt oyra. Allir pengarnir fara til mat og proteinpulvur. Eg keypi stórt sæð ikki klæði, gangi vanliga ikki til frisør, ferðist ikki o.s.fr. Hvørt eitt oyra fer til at keypa mat. Í roynd og veru havi eg ikki ráð til at liva eitt lív sum bodybuildari hundrað prosent, tí mín inntøka er ov lítil, sigur Tórstein við einum skeivum smíli.
– Í løtuni meðan eg gangi í skúla, fái eg stuðul frá mínum foreldrum at keypa mat. Men eg havi ætlanir um at lesa til fysioterapeut eftir handilsskúlan, og tá fari eg veruliga at hava ráð til bodybuildaralívið. Tá eg keypi mat inn er tað til dømis 10 kg av høsnarunga, nøkur kg av tunfiski, fleiri karton av eggi o.s.fr. Eitt tílíkt innkeypt varir ein mánað. Haraftrat kemur proteinpulvuri, sigur Tórstein
Blenda tun og havragrýn saman
Tá matur fyllir ein so stóran part av gerandisdegnum, ber tað illa til at vera kræsin.
– Tá eg var yngri, var eg nokk ein tann kræsnasti persónurin í Føroyum. Mær dámdi stórt sæð einki, og mamma hevði altíð trupulleikar við døgurðanum, tí mær dámdi so lítið. Men tá eg fór undir at venja bodybuilding, mátti eg leggja alt tað kræsna av.
– Sjálvsagt var tað torført í byrjanini, men eg visti, at tað mátti til. Í dag havi eg so at siga vant meg heilt av við tað kræsna og kann finna upp á at eta slíkt, sum onnur vamlast við tankan av. Eitt nú drekki eg ofta køld egg og blendi havragrýn og tunfisk saman. Høsnarungabringan fer sjálvsagt eisini niður í blendaran, greiðir Tórstein flennandi frá, meðan undirritaði hyggur snerkjandi niður í borðið.
– Fyrr át eg allan matin við knívi og gafli – ja, ella skeið sjálvsagt. Men eftir hondini var tað alt ov tíðarkrevjandi, tá eg skuldi eta so øgiliga ofta. Tá kom tankin til mín, at møguliga skuldi man bara roynt blendaran. Tað var ófatiliga ólekkurt í byrjanini, men sum við so nógvum øðrum so vandi eg meg við tað, sigur Tórstein.
– Tað er langt frá altíð, at eg tími so væl at eta. Eitt nú dámar mær einki væl høsnarunga, so tá hann skal niðurum, verður tað ikki beinleiðis gjørt við gleði. Men tað skal til, hóast eg nógvar ferðir heldur hevði viljað fingið breyð, sigur Tórstein.
Tað er serstakliga týdningarmikið fyri Tórstein at fáa tann rætta matin til ta røttu tíðina:
– Eg skal eta annanhvønn tíma. Um eg fari út onkra staðni – eitt nú til ein vinmann – og eg veit, at eg skal vera har í einar fýra ella fimm tímar, so taki eg altíð blendaðan mat við.
»Snýtt« sjey ferðir í ár
Tórstein vigar allan matin hjá sær niður í grammi og hevur ein lista yvir »lógligan« mat.
– Alt, sum ikki stendur á listanum er snýt. Bomm, sjokuláta, pizza, sodavatn, bollar og nógv annað er alt matur, sum eg ikki má nerta. Eg havi »snýtt« sjey ferðir í ár, og ta einu ferðina var tað til føðingardagin hjá mær. Tá fekk eg mær pizza og kola. Tað var eg avkláraður við áðrenn, tí man skal jú eisini hava loyvi til at liva, sigur Tórstein, men er skjótur at skoyta uppí:
– Tá eg bara soleiðis uttan víðari felli fyri freistingini, verði eg ræðuliga svakur inn á meg sjálvan, tí eg veit, at tað ikki er tað vert í síðsta enda, sigur Tórstein Madsen.
Fakta:
Maturin hjá Tórstein:
Tórstein etur sjey ferðir um dagin
– annanhvønn tíma – og máltíðirnar
eru nágreiniliga lagdar til rættis.
Eitt dømi upp á ein
dag kundi verið soleiðis:
Kl. 08.00: Proteinshake + 50 g havragrýn
Kl. 10.00: 7 egg (7 hvítar og 3 blommur) + 3 breyð
Kl. 12.00: 2 høsnarungagringu + 50 g havragrýn
Kl. 14.00: 200 g hakkikjøt + 60 g brúnt rís
Kl. 16.00: 2 høsnarungabringu + 50 g havragrýn
Kl. 18.00: Proteinshake + 50 g havragrýn
Kl. 20.00: Tunfisk + 50 g havragrýn









