Við sínum 600 næmingum og 40 lærarum krevur tað sítt at stjórna Tórshavnar Musikkskúla. Tí søkir skúlin nú eftir varaleiðara.
Tórshavnar Musikkskúli er týdningarmikil liður í mentanarlívinum í høvuðsstaðnum og bjóðar tónleikaundirvísing til børn og ung á høgum fakligum stigi í eini røð av ljóðførum og sangi. Harumframt er Tórshavnar Musikkskúli virkin kveikjari og samstarvspartur í eini røð av verkætlanum og tiltøkum á føroyska mentanarpallinum.
Í skúlanum eru umleið 600 næmingar og 40 tilknýttir yrkislærdir lærarar í full- ella parttíðar størvum, umframt starvsfólk í skrivstovu- og tænastufunktión.
Skúlin byrjaði í smáum fyri árum síðani, men er nú vorðin so mikið stórur, at tørvur er á at fáa varaleiðara í starv, og tí verður í hesum døgum verður søkt eftir varaleiðara til Tórshavnar Musikkskúla.
TRÝST HER fyri at síggja lýsingina, sum stóð í Sosialinum mikudagin