Tórshavnar Manskór í Nólsoy

Í morgin, leygardag kl. 16.30, fer Tórshavnar Manskór at hava konsert í Royndarhúsinum í Nólsoy.

KONSERT

Á konsertini fer kórið at syngja nakað av tí, kórið hevur vant í vetur Eisini ber til hjá fólki, sum ikki búgva í Nólsoy at koma við til konsertina, tí Ritan siglir av Havnini kl. 15.00 og aftur úr Nólsoy kl. 18.25.
Konsertin er ókeypis.
Í hesum døgum eru tað 17 ár síðani, at manskórið hevði sína fyrstu konsert. Av teimum, sum byrjaðu tá, eru tað átta mans, sum hava verið við í kórinum alla tíðina til dagin í dag.
Kórleiðari: Bjarni Restorff