Ein væl skipað útbygging av Hotel Tórshavn skal binda Vaglið og Tórsgøtu saman, og samstundis skapa eitt vakurt býarrúm á ráðhústorginum við trivnaði og lívi. Tórshavnar kommuna vil hava meira lív í miðbýin í høvuðsstaðnum. Ætlanin er at fáa eitt spennandi og lívligt býarrúm burtur úr ráðhústorginum, har dentur verður lagdur á trivna í einum harmoniskum umhvørvi.
Tað er framvegis ikki avgjørt nágreiniliga, hvat slag av virksemi, talan verður um, men tað er hugsandi, at matstovur, kaffistovur, handlar og annað skulu verða karmur um býarlívið.
Tórshavnar kommuna hevur samtykt at selja felagnum, sum eigur Hotel Tórshavn, eitt grundøki millum verandi hotelbygning og gamla posthúsbygningin í Tórsgøtu. Grundøkið skal sambært avtalu brúkast til útbygging av hotellinum.
Kommunan vil, at tað sum verður bygt, fellur inn í umhvørvið, og tað skal vera í samljóði við grannahús og byggingina á økinum sum heild. Fimmhundrað metra stóra grundøkið er virðismett, og keypsprísurin er tríggjar milliónir krónur, sum svarar til 6.000 krónur fermeturin. Innlendismálaráðið hevur veitt Tórshavnar kommunu loyvi at víkja frá vanliga kravinum um alment útboð.
Byggibúningin av økinum byrjar í seinasta lagi tann 1. apríl í 2012, og alt arbeiðið skal verða liðugt eftir tveimum árum.