Tórshavnar kommuna sjónlig á ONS

Í gjár lótu framsýningarhølini á stóru oljumessuni í Stav­ang­er upp.

Í einum av teimum tíggju stóru høllunum við fram­sýn­ar­um úr øllum heiminum, verð­ur Tórs­hav­n­ar kommuna markn­að­arførd á einum før­oy­skum felagsbási.

Rættiliga nógvir gestir vitj­aðu básin henda fyrsta dag­in.
Fleiri av teimum vóru eis­ini at síggja aftur um kvøl­d­ið á bryggjuni, har West­ward Ho liggur, og Tór­shavnar kommuna og Run­a­vík­ar kommuna í góðum sam­starvi hava felags tjald. Har verður boðin matur frá Hot­el Føroyum, føroyskir tón­leikarar framføra og Kunn­ingarstovan veitir ráð til vitjandi.

Tjaldið má sigast at rigga sera væl í hugnaliga um­hvørvinum millum tjøld hjá so mætum oljubýum sum Hou­s­ton, Aberdeen og Es­bjerg.