Tá Umhvørvisvikan 2009 verður í mai mánaði, verður ein nýggj umhvørvisvirðisløn fyri fyrstu ferð latin einum stovni, virki, felag, bólki ella einstaklingi í Tórshavnar kommunu, sum hevur gjørt nakað serligt fyri umhvørvið
Umhvørvisvirðislønin er áljóðandi 10.000 krónur, og fram til 17. apríl ber til hjá øllum at innstilla onkran til virðislønina, og tá Umhvørvisvikan verður frá 4. til 9. mai, verður virðislønin handað.
Hugsanin er, at fólk skulu innstilla onkran, tey halda hava uppiborið eitt herðaklapp fyri okkurt gott umhvørvisarbeiði ella -átak, og eisini ber til at innstilla seg sjálvan til virðislønina.
Nógvar orsøkir kunnu vera til eina innstilling, so sum orkusparandi tiltøk, varandi orka, skiljing av burturkasti, endurnýtsla, kunning um umhvørvisvernd, dálkingarfyribyrgjandi átøk, vistfrøðilig átøk, umhvørvisvinralig ferðsla og mangt annað.
Bert hugflogið setur markið, tí øll eru vælkomin at venda sær til Tórshavnar kommunu við innstillingum til Umhvørvisvirðislønina, tí jú fleiri eru at velja ímillum, jú betur er.
Oyðublað til innstillingina kann takast niður á www.torshavn.fo ella fáast í Snarskivuni, telefon 302010. Innstillingarnar skulu vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 17. apríl 2009.