Tórshavnar kommuna keypir ogn fyri 17 milliónir

Tórshavnar býráð samtykti í gjár at keypa ognirnar við Niels Finsensgøtu 7, har millum annað Býarbókasavnið er, fyri 17 milliónir krónur Tórshavnar býráð viðgjørdi í gjár málið um keyp av ognunum við Niels Finsensgøtu 7, har Býarbókasavnið og onnur halda til.

Býráðnum stóð í boði at keypa bygningin fyri 17 milliónir krónur, og Norðoya Sparikassi, sum eisini eigur sp/f Heim, ið eigur og rekur bygningin, hevði boðið sær at læna kommununi 15 milliónir krónur til keypið.

Einmælt samtykti býráðið at keypa bygningin við fígging úr Norðoya Sparikassa á 15 milliónir og við at fíggja restina, 2 milliónir, av einum av kontum býráðsins.

Ætlanin við bygninginum er at Býarbókasavnið skal hava alt sítt virksemi í ognunum, tó verða hølini, sum Joto var í leigaði út til handil.