Í farnu viku kom fram, at tað varð eitt danskt arkitektafelag, Arkitema, ið vann rættin til at projektera nýggja eldradepilin, ið skal byggjast á trøðni hjá Júst Sivertsen yviri við Strond. Mayfinn Norðoy, formaður í Arkitektafelag Føroya fanst tá at, at føroyskir byggiharrar ferð eftir ferð velja danskar teknistovur fram um føroyskar.
Halla Samuelsen, forkvinna í sosialu nevnd hjá Tórshavnar býráð, vardi tá avgerðina og segði, at alt var farið rættvíst fram viðvíkjandi valinum av teknistovu til projekteringina av eldradepilinum. Hon hevði eisini rætt, at sjálva útveljingin var farin rættvíst fram, men nú vilja føroyskir arkitektar, millum annað Albert Isfeld, vera við, at trupulleikin liggur í sjálvari útbjóðingini.
- Talan er í veruleikanum ikki um nakra kapping. Vit verða bodnir við til eina slags prekvalifikatión, har kommunan biður um upplýsingar um millum annað hvussu nógv starvsfólk eru á teknistovuni, og tá sigur tað seg sjálvt at danskar teknistovur fáa fyrimun framum føroyskar. Tað tykist bara at vera proforma, at føroyskar teknistovur vera bodnar við, sigur Albert Isfeld.
Føroyskir arkitetkar betri skikkaðir
Albert Isfeld er ikki í iva um at tað er skeivt av Tórshavnar Kommunu at velja danskar teknistovur framum aðrar.
- Vit eru nógv betri skikkaðir til at projektera bygningar í Føroyum. Vit kenna tað føroyska veðurlagið, vit kenna teir prísir, ið eru galdandi í Føroyum og vit kenna tað føroyska lendið, og hvussu mann byggir í Føroyum, og vit kenna til hvussu man garderar seg móti fukt. Vit hava tískil nógvar fyrimunir í mun til danskar teknistovur, sigur Albert Isfeld, arkitektur.
Hann vísir samstundis á, at hansara egna fyritøka millum annað hevur bygt trý eldraheim, og at teir eru í holt við tað fjórða, og at hetta er prógv um at teir hava holla vitan innan økið.
- Tað er ikki tað eg sigi, at akkurát vit skuldu fingið arbeiðið, men vit halda tað er órættvíst at talan í veruleikanum ikki er um nakra arkitektakapping. Vit hava einki ímóti kapping, tí hon kann vera stimbrandi fyri teknistovurnar, og vit taka væl ímóti kapping. Men Tórshavnar Kommuna velur at seta somikið høg krøv til teknistovurnar, millum annað hvussu nógv starvsfólk skulu vera, at føroyskar teknistovur verða soldaðar frá, áðrenn kappingin veruliga fer í gongd. Vit hava fleiri ferði bjóðað okkum fram hjá kommununi, men vit fáa ikki eingong svar frá teimum, vísir Albert Isfeld á.
Heldur Norðurlendskt enn danskt
Eldradepilin, ið skal byggjast á trøðni hjá Júst Sivertsen yviri við Strond er bert tann seinasti í eini røð av fleiri byggiætlanum, ið fellur donskum teknistovum í lut, og Albert Isfeld harmast at tað er so.
- Ístaðin fyri at bara velja danskar teknistovur til byggiverkætlanir, so átti mann heldur at gjørt eina norðurlendska kapping, soleiðs at teknistovur úr hinum norðurlondunum eisini kundu verið við í kappingini. Sum tað er nú, so hyggja teir bara móti Danmark, og tað haldi eg er skeivt, sigur Albert Isfeld.
Dýrari við útlendskum teknistovum
Albert Isfeld vísir samstundis á, at tað er nógv dýrari at nýta danskar ella norðurlendskar teknistovur.
- Teir skulu gjalda fyri ferðing aftur og fram, uppihald og mangt annað hvørja einastu ferð ein fundur verður hildin, og tilsamans ger hetta, at útlendsku teknistovurnar eru nógvar ferðir dýrari enn tær føroysku. Hetta er jú peningurin hjá mær og tær, ið verður brúktur til óneyðugar útreiðslur.










