Tað er borgarin í Havn sum betalir eyka fyri hesi mistøk.
Vit hava sæð, hvussu Tórshavnar kommuna avreiðir tað eina arkitektaprojektið fyri og annað eftir til Danmarkar og ofta eisini til arkitektateknistovur í Danmark, sum onkur á byggideildini hevur útvalt at verða serliga kompitenta.
Seinasta dømið er ítróttarhøllin á Nabb. Í bløðunum stóð at lesa, at tann valda danska teknistovan hevði serligan førleika at um- og útbyggja ítróttarhallir.
Projektið bleiv sett í gongd, og arbeiðið at byggja høllina bleiv boðið út. Fyri tað fyrsta bleiv høllin alt ov dýr, og síðan funnu fólk innan ítróttin útav, at høllin ikki lúkaði international krøv – hevur byggideildin sovið í tímanum?
Her síggja vit, hvussu Tórshavnar kommuna á ókompitentan hátt oyðslar við peningi borgaranna – projektið bleiv skrottað, og eg havi lisið í bløðunum, at tær 5 milliónir krónurnar, sum projektið kostaði – her er helst ikki roknað við ferða- og logiútreiðslum og øðrum logistikkpengum vegna langa avstandin til Danmarkar - endaðu í ruskspannini.
Nú er avrátt, at annað danskt felag – enn einaferð - skal taka sær av ítróttahøllini og seta hana við endan av Tórsvølli. Spennandi verður, hvat hon nú fer at kosta, og hvussu hon fer at síggja út, tí nú eru arkitektarnir settir á síðulinjuna.
Vit hava nógvar arkitektateknistovur, sum hava veruligan førleika at projektera øll tey verkevnini, sum Tórshavnar kommuna nú avreiðir av landinum til danskar arkitektar.
Vit finna okkum ikki í, at okkara arkitektar, sum gjalda skatt í Føroyum, verða forfordeildir í mun til danskar arkitektar, sum ongan skat leggja eftir seg her, og sum í omanfyri nevnda dømi um ítróttarhøllina, ikki hava førleikan at projektera arbeiðir, sum kommunan av duldarfullum ávum er farin til Danmarkar eftir – hevur byggideildin sovið í tímanum.
Vit vilja gjarna hava kapping í arkitektafakinum – tað stimbrar og gevur nýggja innspræning, men vit halda, at tað er ongin grund til at fara til onkran arkitekt í Danmark at geva honum uppgávur undirhonds her heima, teir hava nokk at gera at byggja teirra egna land upp, og vit fáa ongar uppgávur undirhonds úr Danmark.
Vit halda heldur ikki, at tað er nøkur grund til, at kommunan/byggideildin ger heimagjørdar kappingarhættir, sum av sær sjálvun gera, at uppgávurnar enda í Danmark.
Tað skal standa púra greitt, at vit vilja kapping innanlendis í Føroyum um arkitektauppgávur, tá ið uppgávan er so vorðin, at rætt er at gera kapping.
Tað skal eisini vera púra greitt, at vit eru fyri, at uppgávur við serligum symbolvirði, verða bodnar út í arkitektakapping eisini uttan fyri Føroyar, og tá hugsi eg fyrst og fremst í norðanlondum og ikki bert í Danmark, tí tá fáa besta úrslitið og inspiratión – vit kunnu bert hyggja at Norðurlandahúsinum, sum normaðurin Ola Sten teknaði – eitt gott dømi.
Latið okkum fyri guds skyld sleppa av við hasar heimføðisligu kross og bolla kappingarnar, sum juristarí og bókhaldarí í kommununi kunnu tøssa saman – latið okkum fara aftur til arkitekturin, byggilistina, skynsemi.
Latið okkum útbúgva byggideildina í Tórshavnar Býráð, so hon fær førleikan at fyrireika kappingar, og hon kann fáa hjálp frá Arkitektafelag Føroya og øðrum góðum fólki í Føroyum.
Og ikki at gloyma: her eru milliónir av skattgjaldarakrónum at spara.
Eg vil arbeiða fyri at byggilistin í Havn aftur kemur á dagsskránna.