Sunnudagin 1. desembur kl. 17.00 hevur Tórshavnar Kamarkór konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Kórið hevur eina sera fjølbroytta skrá sum er myndað av, at jólini skjótt eru í hondum. Sungið verður m.a. á italienskum, enskum og føroyskum máli.
Kórið hevur fingið nýggjan dirigent, nú Hans Pauli Torgarð er uttanlands. Nýggi dirigenturin eitur Leif Hansen og hevur eftirhondini fleiri ár á baki sum kórleiðari.
Við 17 árum á baki, er tannáringatíðin hjá Kamarkórinum skjótt runnin. Hesa tíðina hevur kórið havt skiftandi kórleiðarar. Hetta hevur m.a. borið í sær, at kórið hevur havt ymiskar skráir, alt eftir, hvør kórleiðari hevur verið.
Framførslurnar hava verið á ymsum støðum, og eitt nú í fjør um hesa tíðina framførdi kórið á Gamla Meiaríi eitt áhugavert spanskt verk, sum fekk sera góða undirtøku.
Kórið vónar at síggja nógvir áhoyrarar í "kórbýðnum" komandi sunnudag.