Tórshavnar Býráð kallar Maritu Petersen upp

Einasta kvinna, sum hevur verið løgmaður, fær nú ein veg nevndan eftir eftir sær

Á fundi í annaðkvøld fer Tórshavnar Býráð at taka støðu til, antin ein vegur uppi við Løgmannabreyt skal kallast upp eftir Maritu Petersen, fyrrverandi Løgmanni.
Talan er um vegin í nýggju útstykkingini hjá Guttesen og Staksberg uppi við Løgmannabreyt
Gøtunavnanevndin hjá býráðnum hevur skotið upp at nevna vegin Maritugøtu eftir Maritu Petersen, sála og hesum hevur mentamálanevndin hjá býráðnum tikið undir við.
Allar gøtur uppi við Løgmannabreyt, hava nøvn eftir løgmonnum, har eru Hákunargøta, Andrassargøta, Pætursgøta og Kristiansgøta og nú kemur so Maritugøta afturat.
Marita Petersen var løgmaður fyri javnaðarflokkin í 1993 og 1994 og hon var fyrsta kvinna, sum var løgmaður í Føroyum.
Hon doyði 26. august 2001, 60 ára gomul.