Tórshavnar Býráð gongur undan at tálma dálking

Tórshavnar Kommuna gongur nú undan fyri at fáa fólk at halda upp at at dálka náttúruna við mikroplasti

Dálking við mikroplast er ein stórur trupulleiki kring allan heimin. Mikroplast, sum eru evarska lítlir plastbitlar, gera stóran skaða í náttúruni. Og mikroplast er funnið í at kalla øllum livandi, heilt frá tí minsta plankton í havinum, upp ígjøgnum alla føðiketuna, til fisk, skeljadjór, súgdjór og fugl, og tað er eisini funnið í drekkivatni kring allan heim.

Tað er óvist, hvussu hetta fer at ávirka fólkaheilsuna, men hetta er ein trupulleiki, ávarað verður ímóti allastaðni.

Mikroplast er rættiliga nógvastaðni, og tá ið akryl, polyester, polyamide, fleece, og onnur syntetisk evni, verða vaskað, verður tað vaskað burtur úr og endar í náttúrini.

 

Teir vælkendu, litføgru uppvaskisvamparnir, og nógvir lappar, eru gjørdir úr hesum plastevnum, og eru tískil keldur til mikroplastdálking.


Tórshavnar kommuna boðar nú frá, at tey er sinnað at taka umhvørvisliga ábyrgd á hesum øki og gera sítt til at tálma dálkingina við mikroplasti í heiminum.

 

Tískil hevur Náttúru- og umhvørvisnevndin nú samtykt, at øll fyrisitingin, og allir kommunalir stovnar, skúlar, ellis- og røktarheim, sambýli, og aðrir stovnar, Tórshavnar kommuna varar at, skulu halda upp at at keypa og at brúka syntetiskar uppvaskisvampar og smátrevjalappar.