Tórshavnar Býráð aftur farið út um mark

Reglarnar, sum Tórshavnar Býráð hevur sett í gildi fyri starvsfólkið, eru brot á ásettu mannagongdirnar. Kanska er enntá talan um brot á sjálva starvsmannalógina, siga sakførarar

Starvsfólkapolitikkur

Tórshavnar Býráð hevur aftur stungið hondina í eitt vespureiður.
Tað gjørdi býráðið hóskvøldið, tá ið tað samtykti reglar fyri, hvørjki privat ørindi, starvsfólki hjá býráðnum kunnu gera í arbeiðstíðini.
Í stuttum siga hesar reglarnar, at starvsfólk skulu dragast í løn, tá ið tey fara privat ørindi í arbeiðstíðini, eisini tá ið tey fara til lækna og tannlækna.
Tey sleppa eisini bara at fylgja sínum næstringum til gravar, uttan at verða drigin í løn.
Men hetta hevur býráðið ikki heimild til at gera, siga tveir sakførarar, vit hava tosað við.
Báðir teirra gera tó vart við, at teir kenna bara málið úr fjølmiðlunum og hvørgin teirra hevur sostatt sett seg inn í málíð til fulnar.
Men í eitt áramál hevur tað verið siðvenja í Tórshavnar Býráði, at starvsfólkini eru sloppin at fara til lækna ella tannlækna, og at fylgja líki í abreiðstíðini, uttan at verða drigin í løn.
? Eina slíka siðvenju hevur Tórshavnar Býráð ikki loyvi at broyta av sínum eintingum, siga bæði Eyðfinnur Jacobsen og Páll Nielsen, sakførarar.
?Eftir øllum at døma er tað í hesum føri talan um at taka nøkur rættindi frá starvsfólkunum og tað hevur býráðið ikki loyvi til, sigur Eyðfinnur Jacobsen.
Hann leggur afturat, at hava ávísar mannagongdir verið gomul siðvenja í eitt áramál, eru tær galdandi, sama um tær eru skrivaðar í sáttmála ella ikki.
Eyðfinnur Jacobsen sigur, at í hesum føri sær út til, at tað hevur verið ein óskrivað avtala ímillum Tórshavnar Býráð og starvsfólki, at tey hava havt rætt til at fara til lækna, tannlækna og at fylgja líki, uttan at vera drigin í løn.
?Ein slík avtala, sum hevur verið galdandi, er líka nógv í gildi fyri tað um hon ikki er skrivað niður, sigur Eyðfinnur Jacobsen.
? Ein avtala kann saktans verða órskrivað, leggur hann afturat.
Hann sigur, at í hesum føri sær út til, at Tórshavnar býráð er i ferð við at draga vunnin rættindi hjá starvsfólkinum innaftur.
? Men Tórshavnar Býráð kann ikki einvíst broyta avtalur við starvsfólkið.
? Kunnu starvsfólkini prógva, at ávísar mannagongdir hava verið galdandi í áravís, ber ikki til hjá Tórshavnar Býráðið at broyta avtalurnar av sínum eintingum, sigur Eyðfinnur Jacobsen.

Brot á starvsmannalógina
Páll Nielsen er samdur í, at er talan um gamla siðvenju, kann Býráðið av sínum eintingum ikki draga rættindi hjá starvsfólki inn.
? Er talan um eina siðvenju, hevur tað rættargildi og tað kann vera líka galdandi, sum sjálvur sáttmálin. Og er talan um eina siðvenju, sum hevur fingið sáttmálagildi, kann hendan siðvenja bara broytast í sambandi við sáttmálasamráðingar.
?Er talan um siðvenju, sum hevur verið galdandi í nógv ár, er nógv sum talar fyri, at hon hevur fingið sáttmálagildi.
Tí ber tað ikki til hjá Tórshavnar Býráð av sínum eintingum at broyta siðvenjuna.
Men hann heldur, at tað kann eisini væl vera, at hetta, sum býráðið nú hevur gjørt, eisini er beinleiðis í stríð við lógina um starvsmenn.
Eftir lógini um starvsmenn er sjúka lóglig frávera.
?Útgangsstøðið er, at tað kemur eisini undir sjúku at vera til eina heilsukanning ella viðgerð.
-?Kennir eitt starvsfólk seg so illa, at tey eru noydd at fara til lækna, vildi eg í útgangsstøðinum mett, at talan er um sjúku, har starvsfólki hevur rætt at vera frá arbeiði, uttan at vera drigið í løn.
Talan kann í hesum føri eisini vera um eftirlitskanningar hjá lækna, sigur Páll Nielsen.