Karlot Hergeirsson, Valevni fyri Framsókn
----
Tórshavn tú Føroyalands miðstøða VAR syngja vit, men tað átti at verið Tórshavn tú Føroyalands miðstøða ER. Tórshavn er miðstøða, Tórshavn er høvuðsstaðurin.
Tórshavn er hjarta kroppinum Føroyar. Steðgar hjarta so doyggja allar Føroyar.
Hjartað pumpar ikki við somu strykkju sum tað hevur gjørt. Fólkatalið í høvuðsstaðnum minkar. Fólkatalið í Føroyum minkar.
Og hví er afturgongd. Tú millum annað, at hundraðadavís av ungum føroyingum leikar sær uttan lands á hvørjum sumri at nema sær útbúgving, tí vit ikki hava røttu tilboðini at geva teimum í Føroyum.
Onkur vil siga tað er ein lands uppgáva, men teir sokallaði landspolitikkararnir er meir upptiknir av at geva manikyr, pedikyr og annað gott fyri útjaðaran á mannakroppinum Føroyar.
Nei borgara í Tórshavnar Kommuni vit muga taka sagina í egnar hendur , sjúkueyðkennini er tígulig. Føroyar og høvuðsstaðar kommunan má hava tann heilivág sum skal til. Tá løgtingspolitikararnir pussa negl og rippa eygnabrýr og ikki gáa um hjartað, so muga vit sum elskað og búgva í hjartanum gera tað.
Framsókn bjóðar seg fram, tí vit hava tann rætta heilivágin og tað røttu skamtan
Tórshavn sum altjóða lestrarbýur. Vit mangla eitt stórt altjóða universitet. Sum bæði kann bjóða føroyingum tað røttu útbúgvingina og draga útlendingar handavegin.
Visjónir og handling