Tórsbyrgi og Berjabrekka eru fyrimyndir

Eftir ætlan skal nýggi býlingurin í Stórubrekku við Dalin langa í Hoyvík skipast sum ein blanding av raðhúsum og íbúðum.

Eins og við býlingunum í Berjabrekku og í Tórsbyrgi er ætlanin at brandveggir og grundirnar skulu stoypast fyrst, soleiðis at einstøku keypararnir kunnu seta egnan dám á einstøku raðhúsini.

Tað er framvegis ikki greitt, hvat býtið skal vera millum raðhús og íbúðir. Marin Katrina Frýdal, forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini, vísir á, at kommunan lat í sambandi við nýggja bústaðarpolitikkin kanning úr hondum, ið gjørdi greitt, at tørvurin á íbúðum er rættiliga stórur í høvuðsstaðnum.

Innkomnu tilboðini liggja í løtuni hjá umsitingini hjá Tórshavnar kommunu, og væntandi verður meira at vita um býtið millum íbúðir og raðhús, tá byggi- og býarskipanarnevndin hevur fingið tilboðini.