– Tað er ongin ivi um, at ætlaða íbúðarbyggingin á Frúutrøð verður veruleiki. Tað staðfesti Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, á býráðsfundi í kvøld.
Um eina tíð flytur Musikkskúlin í nýggjan skúla í Vesturbýnum og kommunulæknin flyur í nýggj høli uppi á Hálsi.
Men tað festi eld í hjá teimum, sum búgva har um vegir, tá ið tað kom fram, at ætlanin er at byggja 50 íbúðir á plássinum. Tað verður ikki kommunan sum byggir, men ætlanin er at lata onkran privatan byggja á stykkinum.
Grannarnir góðtaka ikki, at bygt verður hægri enn musikkskúlin er nú og tey vilja heldur ikki missa parkeringsplássini. Tey stúra eisini fyri ferðslutrygdini.
Men á býráðsfundinum í kvøld royndi Annika Olsen at sissa fólk. Hon staðfestur, at íbúðirnar verða bygdar, men hon staðfestur samstundis, at teir vera væl lægri enn musikkskúlin er, so ongin skal stúra fyri at missa útsýnið.
– Talan er um eina góða ætlan, sum er við til at bøta um ovurstóru íbúðarneyðina, segði Annika Olsen.
Samstundis skal ein ferðslutrygdarætlan gera og minst 10 prosent skal vera fríøki. Samstundis veittu býráðslimir vissu fyri at útvega onnur parkeringspláss fyri tey 40 plássini, sum verða tikin, men tað enn er ov tíðliga at siga, hvussu tað skal gerast. Kortini er ætlanin at tað skulu vera enn fleiri parkeringspláss enn tey, sum eru á Frúutrøð.
Málið var til viðgerar á býráðsfundi í kvøld, men har varð ongin avgerð tikin, tvørtur ímóti varð málið beint aftur í byggi- og býarskipanarnevndina hjá býráðnum til nágreiniligari viðger, eisini við tí endamáli at fáa øll at semjast um um eina verkætlan, sum øll kunnu fegnast um.