Klokkan 21 í kvøld fara Tórfríð Tavsen og Holgar Jacobsen á pall í Sørvági.
Tey bæði hava spælt saman í stívliga eitt ár, og stundum hava tey spælt nógv saman til ymisk høvi.
Tónleikurin er fólkatónleikur - við íblástri av vágaljóði, sum tað verður rópt.
Í Sørvági í kvøld fara tey at spæla country-og bluesløg, og ætlandi verða eisini aðrir tónleikarar aftrat teimum báðum á pallinum.
Holgar Jacobsen arbeiðir við fløgu í Block Studio í løtuni, og ætlandi kemur henda fløga út summar.
Ætlanin er eisini, at Tórfríð & Holgar seinni í ár fara at geva út eina EP.
Men beint nú - ella um ein hálvan tíma - verða tey bæði at hoyra á pallinum í Sørvági.










