Tórshavnar býráð
Heri á Rógvi
Tórshavn: Tórfinn Smith hevur gjørt av taka úr andstøðuni í Tórshavnar býráð og fer uppí samgonguna. Í samgonguni eru Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin. Teir eiga tilsamans átta býráðslimir. Í andstøðuni er Tjóðveldisflokkurin við trimum limum og Javnaðarflokkurin við teimum báðum Elin Lindenskov og Tórfinn Smith. Sostatt er býtið millum andstøðu og samgongu átta móti fimm, men ein broyting er á veg.
Á býráðsfundi mikukvøldið verða munandi broytingar gjørdar í nevndunum hjá Tórshavnar Býráð, tí samgongan við Tórfinn Smith nú eigur so stóran meiriluta, at teir eiga fýra av fimm nevndarlimum í hvørjari nevnd.
Riggar ikki
Tórfinn Smith sigur um sína avgerð, at hann kendi seg noyddan at taka hesa avgerðina, tí hann heldur ikki, at hann fær mógmikið burturúr sum limur í andstøðuni.
?Tú kanst í roynd og veru ikki nýta andstøðusessin til nakað serligt, sigur Tórfinn Smith.
Hann greiðir frá, at teir longu eftir valið fyri góðum hálvumøðrum ári síðani royndu at skipa tað soleiðis, at ikki skuldu sita uttanfyri í einari møguligari samgongu, tí støðan hjá Javnaðarflokkinum var tann, at teir illa kundu vera við í einari møguligari samgongu við sínum tveimum býráðslimum. Hann kallar tað, at sita í andstøðu, fyri eina troystarleysa oyðimarkargongd.
?Eg haldi, at mínir veljarar hava uppiborið betri. Teir vilja heldur hava, at eg kann hava eina ávirkan á politikkin, tí sum andstøðulimur fært tú næstan einki gjørt, sigur Tórfinn Smith.
Hann fekk tilboðið um at koma við í samgonguna longu tíðliga í ár, men hevur ikki vilja tikið av. Tilboðið var bara galdandi fyri hann og ikki fyri Elin Lindenskov, sum jú er hitt umboði í Býráðnum fyri Javnaðarflokkin.
?Tíðin er farin frá hesum taktiska politiska spælinum. Eg haldi, at veljararnir hava uppiborið meira, soleiðis at teir kunnu fáa ávirkan gjøgnum sína atkvøðu, sigur Tórfinn Smith.
Formaður
Sum nýggjur limur í samgonguni í Tórshavnar býráð gerst Tórfinn Smith formaður í umhvørvis- og heilsunevndini hjá Tórshavnar býráð. Hann verður eisini limur í sosialunevnd. Hann varðveitur nevndarsessirnir í havnanevndini og mentanarnevndini.
Tórfinn Smith hevur ongar ætlanir um at taka seg úr Javnaðarflokkinum. Hann hevur enn ikki gjørt av, um hann stillar upp til komandi kommunuval.
Tórfinn Smith varð fyrstu ferð valdur í Tórshavnar býráð í 1984. Hann varð ikki afturvaldur, men tá Svend Aage Andersen andaðist í 1989, so kom hann inn aftur í býráðið. Hann er valdur aftur á øllum valum síðani tá. Hann hevur verið umboð fyri Javnaðarflokkin saman við Elini Lindenskov síðani 1992.
--
Mynd ?Tórfinn?: ?Tíðin er farin frá hesum taktiska politiska spælinum. Eg haldi, at veljararnir hava uppiborið meira, soleiðis at teir kunnu fáa ávirkan gjøgnum sína atkvøðu, sigur Tórfinn Smith, sum er farin uppí samgonguna í Tórshavnar býráð.