Týsdagin fer Tórbjørn Jacobsen, løgtingstingmaður fyri Tjóðveldi, yvir til New York, har hann næsta mánaðin verður á ST aðalfundi.
Føroyingar hava nógvu tey seinnu árini átt umboð í donsku nevndini, og løgtingsmenninir plaga at samstarva væl við donsku fólkatingsmenninar.
Hesa ferð verður ikki møguleiki at samstarva við donsku starvsbrøðurnar. Orsøkin er tann, at danska nevndin hesa ferð bara verður mannað við embætismonnum í hvussu er fyrra partin av tíðini. Hetta kemst av, at fólkatingsmenninir hava givið avboð, nú tað hósdagin 15. september verður val til fólkatingið.
Tórbjørn hevur nú sett seg í samband við íslendsku sendistovuna í Føroyum fyri at kanna, um tað er møguleiki fyri at samstarva við altingsumboðini, sum fara á aðalfund.
- Eg havi ikki fingið endaligt svar, men eg rokni ikki við, at hetta fer at vera nakar trupulleiki, sigur hann.
Tórbjørn Jacobsen hevur áður boðað frá, at hann ikki ætlar at vera á tjóðveldislistanum á løgtingsvalinum, sum verður seinni í heyst. Tá ið hann boðaði frá, at hann ikki fór at vera á listanum til løgtingsvalið, segði Tórbjørn Jacobsen samstundis, at hetta ikki skuldi skiljast soleiðis, at hann var politiskt avlúsaður.
- Eg havi alla tíðina havt ætlanir um at bjóða meg fram til fólkatingsvalið. Um eg verði valdur í fólkatingið, so ætli eg mær at siga løgtingssessin frá mær beinanvegin og fult og heilt at brúka tíð og orku til arbeiðið í fólkatinginum. Endamálið verður at fremja politiska viljan hjá tjóðskaparfólkinum í Føroyum, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Løgtingsmaðurin á Glyvrum hevur áður verið á fólkatingi í hálvt triðja ár, tá ið hann avloysti Høgna Hoydal, sum var landsstýrismaður.