Fimtan nøvn komu á listan, tá ið tað á almennum fundi í Løkshøll í gjárkvøldið varð stillað upp til býráðsvalið í Runavíkar kommunu. Hetta er almenni listin, sum í hesum skeiðnum eigur átta av ellivu býráðslimum – ein er valdur í Søldarfirði og tveir á Skála.
Tórbjørn Jacobsen, sum fram til á nýggjárinum var næstformaður í býráðnum og formaður í teknisku nevnd, er á listanum. Síðani á nýggjárinum hevur hann verið borgarstjóri, og nú bjóðar Tórbjørn seg fram aftur. Tað gera eisini fimm onnur, sum fyri fýra árum síðani vórðu vald á almenna listanum. Tey eru Jónleyg Hammer og Helgi L. Peteresen í Runavík, Arnfinn Langgaard og Terji B. Vestergaard í Saltangará og Kári Egholm Jacobsen á Glyvrum.
Millum hini á listanum eru tvey, sum áður hava verið í býráðnum. Tey eru Sæunn Ólavsdóttir Hansen í Saltangará og Kristian Gaardbo í Runavík.
Hini á listanum eru Etly Nord Højgaard í Rituvík, Dan Lamhauge í Lamba, Jóhan Vest í Oyndarfirði og Selinda í Heiðunum, Andrias Jacobsen, Rúni Jacobsen og Ørvur Joensen í Saltangará.
Tveir av teimum, sum nú eru í býráðnum og valdir á hesum listanum, eru ikki á listanum til kommunuvalið týsdagin áttanda november.
Annar er Magnus Rasmussen í Lamba, ið legði frá sær sum borgarstjóri á nýggjárinum, og sum boðaði frá, tá ið hann bjóðaði seg fram til løgtingsvalið, at um hann varð valdur, so fór hann ikki at halda fram í býráðspolitikki. Hann varð valdur á ting fyri sambandsflokkin fyri einum ári síðani, og nú stillar hann ikki upp aftur til býráðið.
Hin er Hallur Ellingsgaard í Oyndarfirði, sum í nógv ár hevur verið býráðslimur.










