Táragass ímóti mótmælisfólki í USA

Løgreglan í amerikanska býnum Oakland noyddist í gjárkvøldið at brúka táragass ímóti mótmælisfólki. Mótmælistiltakið var eitt av teimum sokallaðu Occupy-mótmælunum, sum hava sín uppruna í Wall Street í New York, og sum hava breitt seg um alt USA og til onnur lond.

Mótmælistiltakið í Oakland var friðarligt í byrjanini, men seinni frætti løgreglan, at mótmælisfólk høvdu brotið inn í bygningar og sett eld á, og at onnur høvdu órógvað arbeiðið á havnarlagnum. Tí legði løgreglan uppí, og tá mótmælisfólk skutu fýrverksrakettir eftir løgreglumonnunum, svaraði løgreglan við táragassi.

Einki verður sagt, um nakar fekk skaða, ella um nakar bleiv tikin.