Fyrr í dag varð staðfest, at lyklaspælarin framum allar hinar á B36 miðvøllinum. Lukasz Cieslewicz, verður ikki førur fyri at spæla, tá ið B36 klokkan 17 fær vitjan av NSÍ. Lukasz varð skaddur undir venjing fyrr í vikuni. Skaðin vísir seg at vera so mikið álvarsamur, at tað verður roknað við, at framrættaði miðvallarin ikki verður førur fyri at spæla aftur fyrrenn um nakrar vikur.
Nú seinnapartin er staðfest, at B36 málverjin, Tórður Thomsen, ikki verður tøkur ímóti NSÍ. Tórður hevur í vikuni verið plágaður av influensu. Hann royndi at venja í gjárkvøldið, men tað varð skjótt, at tað varð staðfest, at hann er ikki komin fyri seg eftir at hava ligið sjúkur.
Í B36 málinum í dag verður 17 ára gamli Rói Mørk Hentze. Tá ið B36 sunnudagin 19. Mars í øðrum umfari í landskappingini hevði vitjan av KÍ, noyddist Tórður Thomsen longu í fjúrtanda minutti at fara av vøllinum. Tá varð Rói Mørk Hentze fyri fyrstu ferð settur at verja B36 málið, og aftur í dag verður unglingaspælarin millum stólparnar.
Eiler Rasmussen verður dómari á ovara vølli, har fyrsta bríksl verður klokkan 17.