Tórður Thomsen noyðist at góðtaka avgerðina

Tað sigur Tórður Thomsen, sum fyrrapartin fekk staðfest, at hann er ikki eykamálverji á landsliðnum. Hann er í roynd og veru triðji málverjin í røðini.

 

Tað er greitt, tí Brian Kerr, landsliðsvenjari, hevur sent boð eftir Jákupi Mikkelsen at verja málið hjá føroyska landsliðnum í næstu undankappingardystunum móti Slovenia og Norður-Írlandi.

 

- Sjálvsagt vil eg spæla á landsliðnum, og eg hevði verið til reiðar til uppgávurnar. Brian Kerr heldur, at Jákup Mikkelsen er best skikkaður í løtuni, og eg noyðist at góðtaka hansara persónligu niðurstøða, hóast eg fegin vildi spælt, sigur Tórður Thomsen við Rás2 í dag.

 

Tórður Thomsen hevur ikki vart málið hjá HB seinastu landskappingardystirnar, tí hann hevur verið smáskaddur.