##med2##
Tað er nú 100 prosents vissa, at NSÍ fær bronsukrónur, og sleppur harvið at kappast í Europa League undankappingini komandi summar.
Tað er staðfest hóast NSÍ tapti 2-3 móti KÍ. Men Víkingur sum hevði ein mikroskopiskan møguleika at hála inn á NSÍ tapti 0-1 móti B36, og harvið er triðja plássið hjá NSÍ staðfest.
- Tað standa miljónir uppá spæl, og tí er tað ein ítróttarlig skylda hjá okkum at gera okkara allarbesta í dystinum í dag, sigur málverjin hjá NSÍ, Tórður Thomsen um 2-3 tapið móti KÍ í Klaksvík í dag.
NSÍ hevur tapt allar tríggjar dystirnar móti KÍ hetta kappingarárið, og Tórður staðfestir, at hesi tapini og hini tapini móti øðrum oddaliðum hava sent NSÍ úr FM-stríðnum.