Góði Tórður
Nú, ið tú fert stetlandi tín seinasta túr oman av Heygnum mikla, eftir Heygsvegnum til tann garð í námind, har øll sleppa at vera í friði, renna tankar og minnir fram í mínum huga. Vit komu at kennast sum heilt ungir dreingir. Men uppá ein máta var tað ígjøgnum okkara beiggjar. Tú kom í skúlanum at hava Vøgg bróðir sum síðukammerat, og gjøgnum tykkara vinarlag komu bróðir tín, Rógvi, og eg at blíva bestu vinir. Haraftrat gjørdust systur tín Marsanna og systur mín Ivy vinkonur, so tað kan sigast, at vit uppá mangar mátar høvdu nógv og gott samband tá.
Tit búðu tá inni í Bøgøtu, har sum Dia Bø hevði biograf, og har sluppu vit bara oftani inn, tá pláss var. Serliga eingilska komikaran George Formby grinu vit at og hermdu eftir. Tarzan, spældur av Johnny Weissmüller, gjørdist ein fyrimynd hjá dreingjum. Hann, sum kundi vísa fimi uppi í trøunum í urskógini og sum svimjari í áunum, har hann vann á krokodillum og øðrum villdýrum.
Seinni fluttu tit niðan á Heyggin mikla. Vit búðu úti í Hornabø, og nógv spor eru gingin oman og niðan eftir gøtuni millum hesar nýbyggjara-býlingar í Havn. Eitt kvøldið í kjallaranum uppá á Heygnum mikla, sótu vit dreingir og skuldu gera ella smíða smábátar. Tú fann eitt bretti, um 2x5 tummar, og skuldi saga tað spískt til stevni á báti. Snøgt varð tað gjørt, tí best sum tað var liðugt, kom pápi tín oman í kjallaran og tók hetta bretti upp í hondina og skoðaði verkið. Allir vinklar vóru beinir, sagibenið var javnt og snøgt, og pápi tín segði: ”Hetta er so snøgt gjørt, at tað sigur mær, at tú eigur at fara í snikkaralæru.” Soleiðis bleiv tað, tú kom í læru á snikkaravirkinum í Hornabø, sum tá var nýtt og stórt. Sveinastykkið var av fínasta kvaliteti, ein úthurð úr teak við sprossum og smáum rútum í erva, sum fekk sítt heiðurspláss heima á Heygnum mikla.
At gera roysnir og íðka ítrótt var allatíð heilt frammaliga í tínum huga. Fáur man sum tú hava verið millum teir bestu í so nógvum ítróttagreinum. Tað var í fótbólti, sum tann sterki og altíð álítandi og kempandi bakkurin í B 36, sum vann føroyameistaraskapin í 1962. Tað var á 1. liði hjá Neistanum í hondbólti. Tað var á 10-mannafarinum Havnarbátinum. Tað var í svimjing og ikki minst allatíð millum teir bestu og sterkastu í Havnar Fimleikafelag.
Ein tann vakrasta myndin, sum eg minnist haðani, er har tú standandi tekur Olaf Magnussen, sum eisini var av bestu gymnastum, upp í hondstøðu í strektar armar. Tað boðar frá óvanligari kraft, venjing og koncentratión. Mær er sagt, at eingin í felagnum hevur gjørt hetta bragd síðani.
Men tíðir broytast, og ikki alt legnaðist, sum ætlanin var. Tann harða ítróttin sleit tíni bein og knø og annað við, gongdin gjørdist tung. Men eg vil minnast tín vinskap, títt lætta og káta sinni, soleiðis sum tað kemur mær fyri, tá grasið var grønt og himmalin reinur og bláur, og næstan allar leiðir vóru gongdar.
-----------------
Rolf Guttesen