Tær tríggjar súlurnar

Høvuðstemaið í málninginum eru tær tríggjar súlurnar, sum føroyska samfelagið í ættarlið bygdi sína tilveru á

Málningur

Í skrivi, sum starvsfólkini í Miðlahúsinum løgdu við málninginum, tá tey lótu hann til Krabbameinsfelagið, søgdu tey, at málningurin í fyrsta lagi ímyndar tær tríggjar súlurnar undir tí gamla føroyska samfelagnum, 1. Bátin/ neystið (tað, sum havið gevur), 2. Mamma og barn (familjuna) og 3. Kúgv/ kálv (mjólk/ kjøt).
Málningurin ímyndar eisini kvinnu, sum er rakt av sjúku og skiftandi tankar hennara.
Lagt verður aftrat, at heldur ikki Føroyar sluppu undan einum gerandisdegi, har tað hevur sín prís at vera menniskja – tað at vera til og at skula lívbjarga sær.
- Málningurin ímyndar eisini bløðandi sár, tá menn fórust á havinum ella til bjarga.
At enda í skrivinum vísa starvsfólkini í Miðlahúsinum á, at sjúkum sleppa vit heldur ikki undan.
- Tær krøkja seg í okkum, og tá kann mannasálin gerst tung, har vit viðhvørt eru dapurskygd og viðhvørt bartskygd, sól og myrkur, hvørt um annað, verður sagt í fylgiskjalinum til málningin, sum starvsfólkini í Miðlahúsunum málaðu.