Tær tordu meira

Finalan hjá kvinnunum á Eiði leygardagin var ein endurtøka av finaluni í fjør, tí Mjølnir vann og harvið tryggjað sær meistaraheitið. Allíkavæl var talan ikki heilt um eina endur­tøku, tí í fjør var Fleyr stórt sæð ikki við, meðan liðið hesa ferð fekk givið góða mótstøðu.

– Tað var bara gott, at tað ikki endaði sum í fjør. Mun­urin tá var eisini, at vit endaðu lands­kappingina sum nummar eitt, og tí mistu vit eitt pláss, men hesa ferð vóru vit á øðrum plássi og endaðu á øðrum plássi, so vit taptu ikki upp á sama máta. Trýstið hevur held­ur ikki verið tað sama á okkum í ár, sigur liðskiparin hjá Fleyr, Rakul Dalsgaard-Jakobsen.
– Í dag var munurin heilt klárt, at tær tordu nógv meira enn vit. Tær slerdu bóltar, sum ikki lógu heilt perfektir, har sum vit afturímóti vóru bangn­ari og tí heldur góvu ov nógvar bóltar burtur. Tá vit koma í aldudalarnar, eru vit har ov leingi, og tá vit so koma fyri okkum, koma tær inn við einum góðum slagi, og so er settið liðugt. Eg haldi, at tær eru eitt sindur meira kaldar enn vit, so tað mugu vit royna at gera nakað við til næstu ferð.
hilmarjan@sosialurin.fo