TÝR taka USA og Europa

Føroyski rockbólkurin TÝR er júst liðugur við eina stóra konsertferð í USA, og nú fara kvæðarockararnir á konsertferð í Europa TÝR hevur spælt á ymiskum spælistøðum kring í USA, og føroyski bólkurin hevur vitjað býir sum Dallas, Los Angeles, Seattle, San Fransisco, Denver og New York. TÝR hevur eisini verið norðanfyri markið í Kanada og spælt nakrar konsertir.

 

Í næstu viku fer TÝR á konsertferð í Europa. Konsertferðin kallast Black Sails Over Europe Tour, og TÝR fer at hava konsertir saman við bólkunum Heidevol og Adorned Brood.

 

TÝR skal í apríl spæla í eitt nú Danmark, Týsklandi, Belgia, og Sveis.