Tað er gott lag millum heimafólkið á norðoyastevnu í Klaksvík.
Genturnar umborð á Fípuni Føgru hava í barnaróðrinum í dag syrgt fyri, at Klaksvíkar Róðrarfelag vinnur í hvussu so er ein sigur.
Tveir bátar úr høvuðsstaðnum vóru á næstu plássunum. Fípan Fagra var meiri enn eina bátslongd undan næsta avbjóðaranum, sum var Pílurin hjá Róðrarfelagnum Knørri, ið aftur var tað mesta av einari bátslongd undan Sílinum hjá Havnar Róðrarfelag.
Hesir tríggir bátarnir vóru væl frammanfyri hinar átta bátarnar.
1.Fípan Fagra 02.59.20
2.Pílur 03.02.00
3.Sílið 03.04.09
4.Frúgvin 03.09.14
5.Royndin Fríða 03.09.24
6.Spógvin 03.11.16
7.Erla Kongsdóttir 03.15.03
8.Falkur 03.15.15
9.Havfrúgvin 03.17.18
10.Silja 03.24.09
11.Ørnin 03.35.22