Á aðalfundinum hjá Vága Tjóðveldisfelag í kvøld varð nýggj nevnd vald, og skipaði hon seg beinanvegin við Tór Marna Weihe sum formanni.
Tór Marni Weihe, sum er lesandi og býr í Miðvági, er nývaldur í nevndina saman við Jóan Petur Joensen, deildarleiðara úr Sandavági. Triði nevndarlimurin er Sølvi Simonarson, sum var formaður seinasta skeiðið. Hann tók við afturvali til nevndina, men bar seg undan at halda fram sum formaður vegna stóra arbeiðsbyrðu í sínum starvi sum leiðari á Vága Kunningarstovu.
Irena Nysted, heilsurøktari, Miðvágur, og Ingolf S. Olsen, løgtingslimur, Sørvágur, vórðu vald sum varalimir.
Hini bæði í fráfarandi nevndini, Jim Sonni Guttesen, Sørvágur, og Maria Jacobsen, Sandavágur, bóru seg undan afturvali.
Tór Marni Weihe, nýggi formaðurin í Vága Tjóðveldisfelag, er útbúgvin bankamaður og lesur nú stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetrinum.
Á myndini sæst nýggja nevndin í Vága Tjóðveldisfelag. Úr høgru eru tað Tór Marni Weihe, Miðvági, formaður, Sølvi Simonarson, Miðvági, skrivari, Jóan Petur Joensen, Sandavági, kassameistari, Irena Nysted, Miðvági, varalimur, og Ingolf S. Olsen, Sørvági, varalimur.