Tór?Ingar varð heilt kløkkur

Einasti spælarin í átjan manna landsliðnum, sum ikki hevur spælt landsdystir, hevði onga hóming av, at boð hesa ferð fóru at verða eftir honum

Í gjár varð greitt, hvørjir átjan spælarar skulu til arbeiðis hjá Fótbóltssambandinum mánamorgunin klokkan tíggju. Tá verður farið undir síðstu fyrireikingarnar til EM undankappingardystin, sum verður ímóti Íslandi mikukvøldið 20. august.
í gjár roknaðu vit við, at Hans Fróði Hansen fór at verða endurvaldur, eftir at hann varð settur uttanfyri ímóti Íslandi og Týsklandi. Vit dittaðu okkum eisini at siga, at kanska fóru boð at vera send eftir Tór?Ingar Akselsen úr HB, sum hevur verið sannførandi í høgra borði á oddaliðnum síðsta mánaðin og tískil eigur at vera gott boð uppá avloysara fyri leikbannaða Jákup á Borg. At redkatiónin rættuliga spískaði okkara metingar við at seta tær á matarseðilin, er nakað heilt annað.
Hans Fróði Hansen fekk landsliðsboð í gjár, og tað fekk Tór?Ingar Akselsen eisini. Í gjár segði Hans Fróði Hansen her í blaðnum, at um hann ikki fekk boð hesa ferð, so fór at vera torført hjá honum at spæla seg aftur í hitan. Tór?Ingar Akselsen hevur ikki gingið við dreymum um, at tað hesa ferð fóru at vera boð eftir honum.
? Eg visti av ongum, tá ið eg kom til venjingar mánakvøldið. Tá segði venjarin mær, at eg fór at fáa landsliðsboð, og í morgun havi eg fingið brævið frá Fótbóltssambandinum, sum sigur, at eg skal møta mánadagin. Tað er sera hugaligt, sigur Tór?Ingar Akselsen. Hann er sandavágsmaður, og hann býr og arbeiðir har vesturi. Hvørt venjingarkvøld fer hann gjøgnum undirsjóartunnulin og so vestur aftur.
Men tað hevur gingið væl seinastu tíðina?
? Tað hevur gingið væl hjá HB í ár. Vit hava verið fleiri, sum hava kappast um plássini, so fram til summarsteðgin í landskappingini var tað eitt sindur inn og út av liðnum hjá mær. Í seinna Europa Cup dystinum var eg ímillum teir fyrstu ellivu, og síðani havi eg spælt alla tíðina.
Tór?Ingar hevur tvey ára sáttmála við HB. Sáttmálaskeiðið verður liðugt í heyst, men vágamaðurin í HB hevur ikki tikið støðu til, hvussu tað verður við fótbóltsframtíðini hjá honum. Tað er eingin loyna, at teir í FS Vágum fegnir høvdu viljað havt hann vestur aftur at spæla fótbólt, og møguleikin er upplagdur nú, hann býr og arbeiðir har vesturi
? Eg havi ikki hugsað so nógv um hetta enn. Tað er ikki bara upp til mín at gera av. Tað valdast eisini um, hvat feløgini ætla sær, sigur nýggi landsliðsmaðurin hjá HB.
At boð eru eftir Tór?Ingar Akselsen til landsliðsfótbólt er ikki heilt nýtt, hóast hann ikki enn er skrásettur at hava spælt nakran A landsdyst. Fyri tveimum árum síðani hevði Allan Simonsen hann við á venjingarleguni í Spania. Ta ferðina spældi Tór?Ingar við í venjingardysti ímóti donskum 1. deildarfelag. Eisini hevur hann verið á øllum unglingalandsliðunum.
? Eg havi spælt á U?15, U?17 og U?19 landsliðunum, og har havi eg havt Jógvan Martin Olsen til venjara, minnist Tór?Ingar Akselsen, sum er 22 ára gamal, aftur á.

Broytingarnar
Teir átjan, sum í gjár fingu boð um landsliðsúttøku, eru hesir: Jákup Mikkelsen, Partick Thistle, Jens Martin Knudsen, NSÍ, Óli Johannesen, TB, Jóhannis Joensen, FS Vágar, Jón Rói Jacobsen, Brøndby, Hans Fróði Hansen, B68, Pól Thorsteinsson, B36, Atli Danielsen, KÍ, Súni Olsen, GÍ, Tór?Ingar Akselsen, HB, Julian Johnsson, ÍA Akranes, Jann Ingi Petersen, B68, Rógvi Jacobsen, HB, Hjalgrím Elttør, KÍ, Helgi L. Petersen, NSÍ, Christian Høgni Jacobsen, Vejle, Andrew av Fløtum, HB og John Petersen, B36.
Sammett við ferðina til Íslands og heimadystin ímóti Týsklandi fyri hálvum triðja mánað síðani eru fimm spælarar ikki við hesa ferð. Teir eru Jákup á Borg og Fróði Benjaminsen, sum eru leikbannaðir, og Johan B. Hansen, Heðin á Lakjuni og Jónhard Frederiksberg, sum ikki eru afturvaldir. Nýggju spælararnir eru Tór?Ingar Akselsen, Hans Fróði Hansen og Helgi L. Petersen. Fyrr í summar vóru tjúgu spælarar í ferðalagnum. Nú eru teir átjan.
Ein stórur spurningur er, hvussu tað verður við Óla Johannesen. Liðformaðurin og metmaðurin á landsliðnum spælir nú við TB í 2. deild. Har fær hann neyvan dystarvenjingina, sum venjarin metir vera neyðuga fyri at spæla á landsliðnum. 31 ára gamli Óli Johannesen hevur áður spælt í 2. deild samstundis, sum hann hevur staðið seg væl á landsliðnum. Tað ber ikki til at seta ein so royndan spælara uttanfyri, men tað er einki at ivast í, at venjararnir fara undir venjingunum mánadagin og týsdagin at hava serliga vakið eyga við, hvussu verjuálitið higartil er fyri at spæla.