FS Vágar-B68 3-2 (3-0)
Fyri aðru ferð á rað fóru vágafólk væl nøgd av sandinum í Sørvági. Teirra lið vann 2?0, tá GÍ vitjaði, og hesa ferð vunnu teir 3?2 móti B68.
Men tað var um reppið, at 3?0 leiðslan, sum FSV hevði olgnað sær í 1. hálvleiki heilt var søplað burtur. B68 kom afturíaftur í 2. hálvleiki, teir minkaðu um munin til 3?2, og tað minti ikki sørt um avrikið hjá Jugoslavia ímóti Slovenia, tá B68 seinnapartin av 2. hálvleiki hevði fingið ein mann útvístan og hevði stóra leikliga yvirvág móti FSV.
Størri uppgávur bíða
Vit hava áður fleiri ferðir sagt, at FSV hevur betri lið enn til aftasta plássið og harvið niðurflyting. Hetta var aftur staðfest leygardagin. Serliga í kontraspælinum eru vágamenninir sera vandamiklir. Birgir Joensen og John Johansen í álopinum kunnu seta øllum verjuspælarum grá hár í vangarnar, og álopsparturin verður serliga vandamikil, tí Sonni Johansen ytst í vinstru og Tór?Ingar Akselsen ytst í høgru eru so skjótir.
Serliga eyðsýndur er Tór?Ingar Akselsen. Hann hevur so nógvar dygdir, at tað skal ikki undra, um hann verður næsta spælarin, sum landsliðsvenjarin fer at senda boð eftir. Tór?Ingar minnir ikki sørt um Torkil Nielsen. Uttan at taka nakað frá Torkili, so kundi tað sæð út til, at Tðór?ingar hevur uppaftur størri møguleikar í sær. Hann er skjótur, hann fatar spælið væl, hann er góður við bóltinum, og persónligu eginleikararnir tykjast vera til at røkka langt í fótbólti.
B68 brølari
Toftamenn vóru aftanfyri við trimum málum, tá teir fóru at hvíla seg. Jan Dam hevði sitið á beinkinum. Hann loysti eftir steðgin Marlon Jorge av. Jan fór í miðverjuna, og Arnbjørn Danielsen fór fram á miðvøllin at spæla. Útskiftingin broytti fullkomuliga B68 liðið. Heimaliðið hevði lyndi at taka seg aftur á vøllin fyri at verja tryggu leiðsluna ? teir tóktust fara ov langt aftur ? og B68, sum í 1. hálvleiki hevði havt trupulleikar av, at teir mistu í uppspælinum og vóru yvirspældir av skjótu mótstøðumonnunum, fekk takið á spælinum.
Miðskeiðis í hálvleikinum varð Mannbjørn Nesá rikin av vøllinum, tá hann fyri aðru ferð sá gult, men tað tóktist ikki at nerva toftamenninar, at teir vóru undirmannaðir. Allir arbeiddu fyri hvørjum øðrum, og maðurin við bóltinum hevði sum oftast fleiri møguleikar.
At tað hevði so stóra broyting á B68 spælið og hugburðin við sær, at Jan Dam spældi við í 2. hálvleiki kundi bent á, at tað hevði verið betri, um teir høvdu latið Jan Dam, sum hevur verið skaddur í tvær vikur, spælt frá fyrsta bríksli og so skift hann út, um tað hevði verið neyðugt.
Mál og møguleikar
B68 hevði tveir góðar møguleikar beinanvegin. Altíð vandamikli Súni Fríði Johannesen fekk annan, men hann sendi dygst omanfyri málið.
Í staðin fyri leiðslumál til toppliðið, so skoraði heimaliðið tríggjar ferðir í 1. hálvleiki. Eyðfinn Davidsen, sum loysti skadda Hannus Olsen av á miðvøllinum og brúkti allar sínar royndir, stakk snilt inn um verjuna, og John Johansen rann frá verjuni og skoraði hjá Magnusi Poulsen, sum í 2. hálvleiki hevði fleiri góðar bjargingar, tá FSV var í snarálopum.
Tór?Ingar Akselsen átti uppleggið til næsta málið. Hann streyk við stórari ferð ígjøgnum í høgru, skjóti miðvallarin í hinum borðinum, Sonni Johansen, fylgdi við og við handara stólpa umsetti hann flata innleggið til mál. FSV kti til 3?0 eftir fríspark. Toftamenn vóru upptiknir av at gera manngarð, tá Eyðfinn Davidsen beinanvegin stakk fríspark inn um verjuna. Tveir verjuspælarar tøvdu, og so takkaði Sonni Johansen fyri.
Bæði B68 málini komu eftir somu uppskrift. Arnbjørn Danielsen spældi í høgra borð til Øssur Hansen, sum sneiddi ein ella tveir mótstøðumenn av sær, áðrenn hann lyfti innfyri, ar Marcello Marcellino vann luftdystirnar við stóru verjumenninar og stútaði í kassan. Og so skal tað leggjast afturat, at eina ferð í 2. hálvleiki var tað neyðugt hjá Tór?Ingar Akselsen at bjarga á málstrikuni!
FS Vágar-B68 3-2 (3-0)
1-0: John Johansen 26.
2-0: Sonni Johansen 29.
3-0: Sonni Johansen 42.
3-1: Marcello 56.
3-2: Marcello 82.
FS Vágar:
Remi Mikotionis ? Poul Kjartan Thomsen, Darius Magdisauskas, Zilva Zudis, Rimvadis Bakus ? Tór?Ingar Akselsen, Eyðfinn Davidsen, Albert Ari Thomassen, Sonni Johansen ? John Johansen, Birgir Jørgensen
B68:
Magnus Poulsen ? Jan Petersen, Mannbjørn Nesá, Arnbjørn Danielsen, Jákup Djurhuus, Øssur Jacobsen ? Marlon Jorge, Eyðstein Skipanes, Øssur Hansen ? Súni Fríði Johannesen, Marcello Marcellino