Mikukvøldið fer Týr á pall á spælistaðnum The Rock í Keypmannahavn. Teir eru høvuðsnavnið tað kvøldið, har tríggir aðrir tungmálmsbólkar fara á pallin Týr er í løtuni á konsertferð saman hesum trimum bólkum, ið eru Alestorm úr Skotlandi, Heidevolk úr Hollandi og Adorned Brood úr Týsklandi. Ferðin kallast Black Sail Over Europe Tour 2009, har teir umframt at spæla í Danmark, eisini spæla í Týsklandi, Belgia og Sveits.
Týr hevði konsert á The Rock í fjør, og hetta royndist ógvuliga væl. Nú fáa føroyingar í Keypmannahavn so aftur møguleikan at hoyra Týr, sum er mannað við Hera Joensen á gittara og sangi, Terji Skibenæs á gittara, Gunnar H. Thomsen á bassi og Kári Streymoy á trummun.
Konsertin við Týr byrjar mikukvøldið klokkan 20.30. Týr er, sum áður nevnt, høvuðsnavnið hetta kvøldið, og tískil verða teir síðstir á pallin. Dyrnar opna annars klokkan 20.00.









