Týr ger nýggja útgávu

Føroyski rockbólkurin Týr, sum er sera virkin í útlandinum, arbeiðir við nýggjari tónleikaútgávu.

Seinasta útgávan hjá Týr var Valkyrja, sum kom í 2013, og ætlanin er, at nýggja útgávan skal koma í heyst. Hon verður tann áttanda hjá bólkinum.

Innspælingarnar eru komnar væl ávegis. Eitt nú er Heri Joensen, sangari í Týr, liðugur sínar sanginnspælingar, og eisini eru kórrøddir lagdar á upptøkurnar. 

Leygardagin fer Týr undir konsertferð í Norðuramerika. Fyrsta konsertin verður í Brooklyn í New York, og síðani skal bólkurin framføra í eitt nú Toronto, Los Angeles, Dallas, San Diego og Seattle.