Føroyski rockbólkurin Týr spælir hendan mánaðin nógvar konsertir kring USA. Framførslur verða í New York, Austin, Los Angeles og aðrastaðni. Týr hevur seinnu árini verið ein tann mest virkni føroyski tónleikabólkurin úti í heimi, og í hesum døgum er bólkurin við kvæðarockinum á ferð í USA.
Í kvøld spælir Týr í Reading í Pennsylvania, og síaðni verða teir eisini at hoyra í Texas, Arizona, California, Florida og aðrastaðni.
Tónleikararnir í Týr vóna, at teir veruliga kunnu gera vart við seg við framførslunum kring USA.